Hevur nú skotið 995 mál

41 ára gamla brasilska fótbóltslegendan, Romario, hevur nú bert fimm mál eftir upp til tey 1.000 málini, ið hann hevur sett sær sum mál. Sunnudagin vann hann saman við Vasco da Gama 4-1 á Madureira, og ikki færri enn tríggjar ferðir var Romario á blettinum. Samlaða máltal hansara er nú 995, og sjálvur hevur áleyparin sagt, at hann gevst, tá mál nummar 1.000 er skotið.