Hevur ongantíð spælt landsdyst á Tórsvølli

Manslandsliðið: Andrias Edmundsson, sum gav avboð seinast, er við sum allir aðrir

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andrias Edmundsson til landsliðsvenjing í dag

Tað kom illa við hjá Hákani Ericson og venjaratoyminum, tá Andrias Edmundson gav avboð til Baltic Cup. Tað vóru longu komin fleiri avboð, tá Andrias Edmundsson boðaði frá, at hann eisini fór at geva avboð, hóast hann ikki var skaddur.

 

Hetta fall ikki í góða jørð at byrja við, men landsliðsvenjarin hevur nú fingið ein spælara, sum spælir á enn hægri stigi.

 

- Hann er bara glaður fyri, at eg havi skift á eina hægri hill. Eg komi her sum allir aðrir og alt er gott hjá okkum. Nú síggi vit fram til dystirnar. Eg eri serliga spentur, tí um eg fái kjansin, so er tað mín fyrsti landsdystur á Tórsvølli, sigur Andrias Edmundsson og greiðir frá hvat hendi í samband við skiftið og avboðið seinast.

 

- Kappingin í fjør endaði og so kom eitt tilboð frá Wisła Płock. Tað var beint undan Baltic Cup landsdystunum. Eg metti tað var best at vera heima, so eg fekk skiftið hjá mær upp á pláss fyrst, sigur Andrias Edmundsson, sum við skiftinum flytir upp í næstbestu deildina í Póllandi at spæla.

 

Wisła Płock er eitt stórt felag í Póllandi og umstøðurnar eru eisini góðar.

 

- Hetta er eitt gott og stórt felag, sum eg eri komin til. Vit hava ein nýggjan leikvøll, sum er eitt ára gamal. Vit skulu flyta upp og Wisla Plock er eitt felag, sum hevur spælt nógv í bestu deildini, sigur toftamaðurin og leggur afturat:

 

- Vit hava eini tíggju fulltíðarsett fólk í felagnum. Vit hava seks ella sjey venjarar og fýra fysioterapeutar, sum eru har hvønn dag. Vit venja á einum grasvølli beint við síðuna av leikvøllinum, har vit hava styrkihøli, sauna og sum vit hava brúk fyri. Tað er ordiliga gott.

 

Ítróttarliga er eisini talan um eitt stórt framstig. Miðverjin fekk minuttir longu frá byrjan, men tað ikki nú ikki bara gott.

 

- Eg havi tillaga meg skjótt. Eg var nokk so misnøgdur við fyrsta dystin, sum eg spældi. Eg endaði á bonkinum í tveir dystir, men síðani havi eg spælt og tað hevur gingið væl. Eg havi eisini fingið eitt mál. Vit hava góðar fjepparar og út frá boðunum á sosialu miðlunum, so halda teir at eg klári meg væl í løtuni, sigur Andrias Edmundson, sum enntá hevur fingið mál í næstbestu deildini.

 

- Tað deiligt at fáa eitt mál. Tað er so langt síðani seinast, at eg visti ikki hvat eg skuldi gera aftaná. Tað eru nøkur ár síðani seinast. Vikuna áðrenn var eg argur um, at kom at síggja illa út einum máli hjá hinum. Harfrá og so til at skjóta mál og verða dagsins maður, tað er ein stór kontrast.

 

Brúkar ikki tíð upp á áleyparar

 

Andrias Edmundsson er ikki nógv fyri, at brúka tíð upp á áleypararnar, ið hann skal spæla ímóti. Hann hevur annars eitt gylt høvi í eldra beiggjanum, Jóan Símun Edmundsson, spælir við FC Shkupi í júst Norðurmakedónia.

 

- Eg havi faktist ikki hugsa so nógv um tað. Faktist dámar mær ikki so væl at hyggja eftir spælarunum, sum eg skal spæla ímóti. Tað geri eg sjáldan, men eg havi hugt hvar spælararnir hjá teimum spæla. Teir spæla allir á hægri stigi enn okkara, sigur miðverjin og leggur at enda afturat:

 

- Norðurmakedónia ljóðar kanska ikki stórt, men hyggur tú spælarar fyri spælara, so spæla teir á høgum stigi. Vit hava ein kjans móti teimum og tað verður spennandi.

 

Føroyar spæla móti Norðurmakedónia leygardagin klokkan 14.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Andrias Edmundsson til landsliðsvenjing í dag