Enn eru nøkur pláss eftir á útbúgvingunum, sum byrja á Fróðskaparsetrinum í heyst.
Á Føroyamálsdeildini verður tikið upp til B.A.- og M.A.-lestur í føroyskum máli og bókmentum.
Á Náttúruvísindadeildini verður tikið upp til: B.Sc. -lestur í ravmagnsverkfrøði, kolvetnisverkfrøði, jarðalisfrøði, teldufrøði og lívfrøði.
Á Søgu- og Samfelags-deildini verður tikið upp til hjánám í søgu og stjórnmálafrøði
Upptøkutreytir
Fyri at lesa á Fróðskapar-setrinum krevst miðnáms-skúlaprógv ella samsvar-andi kunnleiki. Til útbúgv-ingarnar á Náttúru-vísinda-deildini eru eisini krøv um ávíst støði í fleiri læru-greinum. Kunning um upp-tøkukrøv til ymsu útbúgv-ingarnar fæst frá deildini ella á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum
www.setur.fo
Umsóknarbløð
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella við at venda sær til Fróðskaparsetrið. Á heimasíðuni er kunning um útbúgving-arnar.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøtu 14, Postrúm 272, 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 5. august 2004, tó fyri Søgu- og Samfelagsdeildina 1. august.