Hevur verið við til hvørja fjallgongu í heili 47 ár

Í mong, mong ár - ja, heilt síðan 1967, hevur hann gjørt royndir við at fáa tann føroyska seyðin aftur í hagan. Hann er avgjørdur um, hvat føroyskur seyður er. Tað er seyðurin, sum ber glarfiti - og ikki tálgafiti, sum brotnar undir knívinum, tá ið tú sker í fituna. - Tað er umráðandi at varðveita føroyska seyðaslagið, sigur hann

Prát um seyð

Fyrsti ferð, hann var á fjalli, var hann seks ára gamal. Í dag er hann 53, og honum hevur ongantíð borist frá at fara á fjall.
- Eg havi verið við hvørt einasta ár síðan - og hvørt einasta fjall. Pápi mín, Jóan Petur Johannesen, var seyðamaður. Hann doyði í 1969, men fyri ta tíð tók eg longu við sum seyðamaður.
Maðurin, vit práta við um seyð og seyðahald, er Petur Skeel Skarðsá í Funningi, sum í dag er 53 ára gamalur.
- Langt áðrenn pápi doyði, plagdi eg at geva fjallboð, tá ið farast skuldi á fjall í Botnarhelvtini, har tveir hagar vóru við somu eigarum, og áðrenn hann doyði, tók eg eisini við sum seyðamaður í báðum hagapørtunum.
Fyri 1976, tá ið útskifting fór fram, bóru hesir báðir hagar nøvnini Inni í Haga og Botnar. Eftir at skift varð av nýggjum, vórðu teir tóptir heimari partur Inni í Haga og uttari partur Inni í Haga, og soleiðis verða teir róptir enn í dag.

Seyðurin er lívið
- Eg havi lagt alt mítt lív í seyðin, og eg eri slett ikki troyttur av at fáast við seyð, seyðahald og seyðaroyndir, sum eg havi lagt nógva orku í. Samstarvið við eigararnar í heimara parti Inni í Haga er sera gott, og síðan vit fingu stóra seyðahúsið í 1981, hava umstøðurnar verið góðar.
Seyðahúsið er 32 metrar langt og seks metrar breitt, og tað er heimari partur Inni í Haga, sum eigur húsið saman við Peturi Skeel og tveimum øðrum.
- Vit útbygdu seyðahúsið í 1990 til tað, sum tað er í dag, sigur hann.
Men Petur røktar ikki bara heimara part Inni í Haga hjá funningsmonnum. Hann røktar eisini tveir aðrar hagapartar hjá sínum bygdarmonnum, nevniliga uttara part Inni í Haga og Fremru gongu í Líðini
- Allir tríggir eru ognarhagar, og samstarvið við eigararnar er gott, sigur hann.

Glarfiti og tálgafiti
Í mong, mong ár - ja, heilt síðan 1967, hevur Petur Skeel gjørt royndir við at fáa tann føroyska seyðin aftur í hagan.
Og hvør er so tann føroyski seyðurin?
Her er hann avgjørdur og sigur, at tað er seyðurin, sum ber glarfiti - og ikki tálgafiti, sum brotnar undir knívinum, tá ið tú sker í fituna.
- Eg havi brúkt eina velduga orku, bæði arbeiðsorku og fíggjarorku, til hesar royndir upp í gjøgnum árini, og tað er so eiðasørt, at nakar myndugleiki ella stovnur hevur víst nakran sum helst áhuga fyri at stuðla mær við hesum.
Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Petur Skeel eina roynd at søkja ymiskar stovnar um avmarkaðan stuðul fyri at kunna gera uppaftur meira við hesar royndir, men tað var eingin, sum vildi spjaða eitt lítið sindur til.
- Nei, eg fekk ikki so mikið sum eitt 5-oyra, sigur hann.

Gamlar ættartalvur
Royndirnar hjá Peturi Skeel snúgva seg um at fáa glarfiti í hagan, og hann heldur, at alt ov lítið verður gjørt við hetta kring um í landinum.
Í gjøgnum fleiri ár hevur hann skrivað ættartalvur fyri seyðin, sum hann røktar, og tí kennir hann seyðin í haganum sum sínar egnu hundar, um man so kann siga.
- Ættartalvurnar í heimara parti Inni í Haga, har hetta arbeiði hjá mær byrjaði, røkka heilt aftur til sekstiárini, og í dag hava vit so gott sum bara glarfiti í haganum, sigur hann.
Í hinum báðum hagapørtunum, sum Petur røktar, gongur eisini skjótt framá, og ein stórur partur av seyðinum ber glarfiti.-
Tey fyrstu nógvu árini gjørdi Petur Skeel sínar royndir heima við hús, men umstøðurnar gjørdust sum nevnt so nógv betur, tá ið teir fingu seyðahúsið.

Royndirnar hjá Petur
Við sínum drúgvu royndum heldur Petur seg hava fingið vissu fyri, at brundsseyður, sum hevur glarfiti, brundar glarfiti. Tað merkir, at hevur brundurin glarfiti, fáa lombini, sum undan koma, eisini glarfiti. Tí hevur tað so stóran týdning, hvør brundurin er.
- Eg hevði ongantíð í lívinum torað at keypt ein brundseyð frá manni og slept honum í hagan. Tú veitst jú ongantíð, hvat kemur undan, og eingin vissa er fyri, at tú fært glarfiti, fyrr enn tú sært kjøtið í kjallinum.
Royndirnar hjá Peturi Skeel snúgva seg um, at hann velir brundsseyðin út longu um várið, og síðan hevur hann brundin og ærnar, sum skulu til brunds, inni í brundstíðini. Tað er besti seyðurin, sum verður valdur út til brunds.
- Verða royndirnar gjørdar við fremmandum brundsseyði, havi eg seyðin inn í trý ár, soleiðis at vissa er fingin fyri, at hann brundar glarfiti og ikki tálgafiti.
Áðrenn Petur við vissu kann siga, um brundurin brundar glarfiti, noyðist hann fyrst til eigararnar, tá ið flett verður at skriva niður, hvat er undan hvørjum seyði.
- Síðan fari eg fyrst í desember í hjallin hjá teimum at hyggja, hvussu kjøtið sær út.
- Vísir tað seg, at kjøtið hevur glarfiti - og er vakurt grønt á liti, er hetta kjøtið, sum vit vilja hava.
Hetta arbeiði hevur Petur gjørt ár um ár.
Stríðið av hesum er serliga seyðurin, sum skal havast inni, til vissa er fingin fyri, at hetta er tann rætti seyðurin.
Petur sigur, at nú so at siga bara glarfiti er í heimara parti Inni í Haga, er at halda fast um hetta, soleiðis at blandingur ikki kemur í aftur.
- Somuleiðis er at halda fast í hinum hagapørtunum, har vit eru komnir so nær málinum, leggur hann aftrat.

Føroyskur seyður
- Føroyski seyðurin er flabbutur framman og hevur stuttan skort. Hann hevur nógva ull frammi í skortinum, er væl ullaður um beinini og er lágføttur. Hann er ikki skarvvaksin, sum røktingarmaðurin tekur til.
Petur Skeel sigur, at alt tað útlendska kjøtið, sum verður keypt higar til lands, hevur tálgafiti, og tá er talan bæði um íslendskt, hetlendskt, skotskt og ný sælendskt kjøt.
- Men tann gamli reini føroyski seyðurin ber glarfiti, og eg haldi tað vera ógvuliga umráðandi, at vit royna at varðveita hendan seyðin og hetta kjøtið. Blandaði seyðurin í Føroyum ber eisini tálgafiti, og tí er neyðugt at gera eitt stórt arbeiði kring um landið, um vit skulu fáa føroyska seyðaslagið aftur í hásæti í Føroyum.
Hann undrast yvir, at so lítið hoyrist um hesi viðurskifti - og fýlist á, at so lítið verður gjørt fyri at varðveita glarfitina.

Seyðaskannarin
- Nú hava teir fingið ein sonevndan seyðaskannara á Royndarstøðini, men eg dugi ikki at síggja, at hetta loysir trupulleikan og hjálpir til at varðveita føroyska seyðaslagið.
Petur vísir á, at skannarin er komin úr Íslandi, har allur seyðurin, sum hann veit um, hevur tálgafiti.
- Tað nyttar so lítið, um vit fáa feitari seyð í Føroyum, um seyðurin ber tálgafiti, tí tað er ikki vist, at fólk hava áhuga í at eta feitt kjøt, sigur Petur Skeel Skarðsá, sum at enda heldur fyri, at nógv betur hevði verið, um Royndarstøðin í nógv størri mun gjørdi nakað til tess at varðveita góða føroyska seyðaslagið.