Í morgin kl 16 verður konsert við rútmiska kórinum Glymi í sambandi við, at kórið er 25 ár
Í ár hevur Glymur 25 ár á baki. Kórið hevur gjøgnum hesi 25 árini havt ymsar leiðarar, nevnast kunnu m. a. Sunnleif Rasmussen, Jógvan Telling, Palli Hansen, Julian Rasmussen og seinast, men ikki minst Ingun Hentze, sum nú stjórnar kórinum. Ingun Hentze er somuleiðis fyrsta kvinnan, ið stjórnar Glymi.
Glymur er eitt kór, har lívsglað fólk hittast hvørja viku til venjingar. Fólk úr øllum ættum, sum ikki hava annað til felags, enn lívsgleðina og sangin.
Leygardagin komandi klokkan 16 verður høvi hjá fólki at hoyra Glym framføra spennandi skrá av rútmiskum verkum í Kommunuskúlahøllini.
Ingun Hentze hevur við sínum góða úrvali av sangum gjørt rútmiska kórið enn meira rútmiskt.
Julian Rasmussen, ið er undir útbúgving á Musikkonservatoriinum í Århus, er komin heim at spæla undir hjá kórinum, umframt at hann sjálvur hevur klaverframførslu.
Næst á skránni hjá kórinum verður ein várkonsert, sum samstundis verður ein jubileumskonsert.
Glymur er partur av vetrarskránni hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.