Fram til miðskeiðis í 90’unum bar til at taka HH-prógv eftir einum ári, men hetta tilboð datt burtur, tá umskipanir vórðu gjørdar á skúlanum.
Nú boðar Handilsskúlan tó frá, at tað aftur ber til taka Hægri handilsprógv eftir einum ári. Tey, sum koma inn á hesa útbúgving, hava seks lærugreinar, harav tvær eru vallærugreinar.