Hickersberger gleðir seg

Hóast hann fyri stuttum noktaði Jens Martin Knudsen pláss á einum All-Star liðið, so sigur eysturríkski landsliðsvenjarin seg nú gleða seg til at hitta Føroyar aftur

Fótbóltur

 

- Føroyar kenni eg. Eitt frálíkt lutakast, og eg gleði meg at síggja teir aftur.

Soleiðis segði eysturríkski landsliðsvenjarin, Josef Hickersberger. Maðurin, sum fekk sekkin alt fyri eitt, tá Føroyar fyri góðum 17 árum síðani vunnu søguliga sigurin í Landskrona.

Men tað er eingin ivi um, at Hickersberger hevur alt annað enn góð minni um Føroyar. Bæði sum spælari og venjari varð Hickersberger mettur millum teir fremstu í Eysturríki. Men innan venjarayrkið fekk navn hansara ein døkkan blett á seg eftir Landskrona. Hóast hann tey næstu árini vandi Fortuna Düsseldorf og Austra Wien, so megnaði hann als ikki á sama hátt sum fyrr at leiða lið síni til sigurs.

Frá 1994 virkaði hann sum venjari í Bahrain, har vandi bæði landslið og yngri spælarar, og tað var ikki, fyrr enn hann í 2002 kom aftur til Eysturríki, at hann veruliga vann seg aftur á tindarnar. Fyrst sum venjari hjá Rapid Wien, sum við nýggja venjaranum vann fyrsta meistaraheitið í níggju ár, og sum eisini vann seg í Champions League kappingina, har teir tó máttu lúta fyri Bayern München, Juventus og Club Brügge.

 

Tungt at vinna álit

Góðu avrikini í Wien gjørdu tó, at boð aftur vóru eftir Hickersberger frá eysturríkska fótbóltssambandinum. Tá landið á sinni tapti fyri Føroyum, vórðu teir hvítu annars at rokna sum eitt lið í hægra europiska miðalklassanum. Og teir høvdu eisini júst verið partur av HM-endaspælinum í Italia.

Tað tók Eysturríki átta ár at koma fyri seg, men tað tóktist boða frá góðum, tá teir vunnu seg í endaspælið í 1998. Árið eftir vunnu teir seg enntá heilt upp á 17. plássið á FIFA-styrkislistanum, men helt nakar, at fótbóltstjóðin nú var komin fyri seg, so fór viðkomandi so dyggiliga skeivur. Svíðandi stórtap móti Spania (9-0) og Ísrael (5-0) tóku fast, og seinastu átta árini hevur landið verið at kalla í fríum falli á styrkislistanum. Eysturríki er nú nummar 91 á styrkislistanum hjá FIFA – aftan fyri eitt nú Letland, Ísland og Armenia - og tað setti teir í næst niðasta styrkisbólkin, tá lutakastið var á skránni í Durban í gjár.

Setningurin hjá Hickersberger er fyrst og fremst at endurvinna álitið á fótbóltin í Eysturríki, men í løtuni gongst einki serligt við tí. Eysturríki er tó partur av EM-endaspælinum, men hetta er sum vertstjóð. Og í onkrum av fjølmiðlunum hevur verið róð uppundir, at landið eigur at frásiga sær luttøkuna, tí liðið als ikki hevur nakað at gera í hesum høpi.