»Highway to heaven«

Enn ein ferð hevur amerikanski gospelsangarin Jessy Dixon vitjað í Føroyum. Eins og seinast hevði hann klaversnillingin Elsu við sær, og tað má sigast, at út frá valdu skránni, so eydnaðist kvøldið framúr væl.
Samanumtikið ein góð konsert, tó uttan tann vælkenda "black-gospel"-stílin, sum Jessy er so kendur fyri. Hinvegin hevði tað samlaða kórgrundarlagið í uppsetingini heldur ikki megnað at fingið hetta til veruleika.
Vakurt pallsmíð og góð ljóssamanseting setti sín hugnaliga dám konsertina

Victor Carlsen skrivar
????????
Jessy er ein maður, ið hevur allar umstøður í síni hulu hond, og tað merktist sanniliga, tí ikki bara skuldi hann samskifta við tónleikararnar, men eisini tók hann sær av og á av kórinum eisini.
Byrjanin var ein soloframførsla í 40 minuttir, har vit partvís hoyrdu a capella sang, har Elsa og Jessy sungu saman uttan ljóðføri, og ikki at gloyma framúr góða klaverspælið til sangin "How great Thou art" og mátan, hesin sangur var framførdur uppá. Jessy framførdi eisini ein sang, sum serliga varð skrivaður til hansara, ein sera vakur sangur, sum hann bað okkum syngja saman við honum, so frægt vit nú dugdu. Eisini nýtti Jessy nakrar av sínum "sing-back" sangum, og hóast hetta ikki yvirhøvur verður væl dámt til konsertframførslu, so skal berast yvir við hesum, tí væl gekst kortini at fáa lív í lurtarafjøldina. Serstakliga var tað sangurin: "It ´s a stairway to heaven", ið veruliga fekk gongd á, tí sum Jessy segði, so førdi hesin sangurin ofta til, at fjøldin hevði hug til at fara upp at dansa til henda sang, men tað skuldu vit verða spard fyri hesa løtuna. Sjálvur royndi hann tó sum frægast.
Eftir ein stutan steðg var so ferð aftur sett á, har vit fingu eina "Live-framførslu", sum veruliga gav lurtarafjøldini nakað fyri peningin. Eitt samansett kór við sangarum úr 6 ymiskum gospelkórum úr Føroyum kom upp á pallin og veruliga setti sín vakra dám á alla heildina. Tveir kórleiðarar, Eyðun av Lakjuni og Ásbjørn Bertelsen høvdu fingið hesa uppgávu, og sigast má, at hesum komu teir bara væl frá.
Vit fingu sangir sum: "He´s got the whole world in His hand", "Operator", "Amen", "Lean on me" o.s.fr., allir sangir, sum eru vanligir traditionellir sangir. Alt sangir, sum eisini góvu viðvirkandi trompetini sín leiklut, og megnaði onglendingurin hesa uppgávu til fulnar. Alt hann spældi, samstemmaði væl við heildina, ikki yvirdrivið, og væl plaserað. Eisini bar hesin parturin av konsertini týðuliga brá av, at Jessy er ein teim trúgvu luttakurunum á "Bill Gaither Homecoming Friends"-upptøkunum, og nær sagt, fyrr væl illa, at vit ikki eisini hoyrdu hesar sangir framførdar.
Føroysku tónleikararnir skulu heldur ikki her gloymast, tí teirra partur lá ikki eftir. Eitt gott samanspæl, væl skipað rytmiskt, men sum kortini ikki gav teimum ta heilt stóru avbjóðingina. T.d. hoyrdu við ein av bestu guitarspælar-um okkara, Mikkjal Hvannastein einans framføra ein hálvt vers, har hann illa nokk hoyrdist. Bassur og trummur hava jú til uppgávu at halda grundini uppá pláss, og her var alt í lagi.
Satt at siga, so sat eg og bíðaði til vit kanska fingu at hoyra onkran góðan "Black-gospel"-sang, men sum fyrr nevnt, so var ikki sangliga grundarlagið tókt til henda stílin, hugsi her um kórið, sum skuldi kunnað sungið. Tað er betri einki at gera, enn at gera nakað, sum ikki kann fullførast kortini.
Jessy kundi fegnast um eina virkna og góða lurtarafjøld, ið gav honum respons uppá tað, hann framførdi, og sigast má, at uttan iva eru farin til hús við einari góðari uppliving ríkari. Til síðst vildi kvøldið nærum ongan enda taka, tí Jessy mátti 3 ferðir fara aftur upp á pallin, og har improvisera einar 5 ymiskar sangir saman við kórinum. Kortini má ansast eftir, at ikki alt kvøldið fer upp í berum yvirraskilsi og kann til síðst virka eitt sindur barnsligt.
Fyri mína skuld má Jessy Dixon gjarna koma aftur á vitjan, men tað má bíða eitt sindur enn, og neyðugt verður at fáa eina øðrvísi skrá samansetta til ta tíð. Ein tøkk skal ljóða til fyrireikararnar sum tordu at skipa fyri, hóast bestu summartíð, og nokk við einum sindri av ampa um at fleiri kundu komið at lýtt á.