Hillary Clinton er aftur við í kappingini

Hillary Clinton hevur vunnið uppstillingarvalið í Ohio og Rhode Island, og hon er á odda í Texas. Hjá republikanarunum hevur John Mc Cain vunnið øll tey fýra valini í nátt Valnevndin í Ohio boðaði í morgun frá, at Hillary Clinton hevur vunnið uppstillingarvalið hjá demokratunumm har. Frammanundan var fráboðað, at hon hevði eisini vunnið í Rhode Island, meðan Barrack Obama hevði vunnið í Vermont.

Í Texas er uppteljingin ikki liðug, men tá 65 prosent av atkivøðunum vóru taldar, hevði Hillary Clinton fingið 50 prosent og Barrack Obama 48 prosent. Fjølmiðlarnir siga, at tað kann taka fleiri tímar at finna tað endaliga úrslitið í Texas orsakað av teirri serligu valskipanini har.

CNN sigur, at higartil hevur Hillary Clinton vunnið 75 valmenn í Ohio, Rhode Island, Vermont og Texas, meðan Barrack Obam ahevur fingið 54. Tann stóri spurningurin er nú, hvussu teir 182 valmenninir, sum eftir eru at býta í Texas, verða býttir teirra millum.

Ein sjónvarpsstøð vildi fyri løtu síðani vera við, at Hillary Clinton hevur vunnið í Texas.

Í nátt gjørdist endaliga greitt, at tað verður John McCain, sum skal stilla upp fyri republikanska flokkin. Hann vann í øllum fýra statunum.

Mike Huckabee, sum hevur roynt at hanga í McCain, kunngjørdi í nátt, at hann gevst við valstríðnum. Hann boðaði samstundis frá, at hann nú fer at styðja John McCain.