Hillary Clinton lagt seg á odda

Hillary Clinton hevur higartil tryggjað sær 68 valumboð, meðan Donald Trump hevur 48 valumboð. Tað vísir seinasta forsøgnin frá CNN eftir, at sjónvarpsrásin hevur mett um úrslitið í fjúrtan statum.


Hillary Clinton vinnur átta av teimum statunum, meðan Donald Trump vinnur seks statir.


Uppaftur betri fyri Hillary Clinton er, at fyribils uppteljingin vísir, at hon er á odda í Florida, North Carolina og
Ohio. Um tann gongdin heldur fram, so verður talan helst um ein stórsigur til demokratiska valevnið. Ávís fyrivarni skal tó takast, tí enn er so lítið upptalt, og munurin so lítil, at nógv kann broytast.


Eitt valevnið má vinna 270 valumboð fyri at vinna valið.