George McGovern, sum er ein av teimum gomlu oddamonnunum í demokratiska flokkinum í USA, kunngjørdi í dag, at hann fer nú at styðja Barrack Obama. Tann 85 ára gamli McGovern hevur verið stuðul hjá Hillary Clinton, men nú sigur hann, at hann hevur valt at styðja Barrack Obama ístaðin fyri.
Grundgevingina sigur hann vera, at tað tykist vera rættiliga vist nú, at Obama verður forsetavalevni hjá demokratunum.
George McGovern sigur, at hann ringdi til Bill Clinton og greiddi honum frá avgerð síni.
-Hann gjørdi onga roynd at fáa meg at broyta avgerðina, sigur McGovern.