Himmalbrævið má aldrin endurprentast

Nakað herfyri reksaði Anita á Fríðriksmørk alt upp av ítøkiligum málum, sum hetta Landsstýrið hevur fingið á skafti.

 

Steinbjørn B. Jacobsen



Nakað herfyri reksaði Anita á Fríðriksmørk alt upp av ítøkiligum málum, sum hetta Landsstýrið hevur fingið á skafti.

Og hetta er ikki alt, størri helmingurin er eftir at nevna, serliga fullveldismálið, og alt sum hongur uppi í tí.

At rudda upp í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark er ikki lætt og gerst ikki eftir einum degi, enn minni at fáa okkum eitt støði at standa á, ið eisini heldur í altjóða rætti. At fáa sannleikan um danskan politikk í Føroyum fram, er ikki bara sum at siga tað. Hvat meintu teir, tá ið teir søgdu: »Valget er jeres. Vi vil respektere de færøske ønsker«.

Hvussu langt vildu teir ganga. Vóru teir so líka glaðir, sum teir lótust. Og Hin føroyski Javnaðarflokkurin. Hvat vildi hann og hvussu nógv læt hann seg fjarstýra av danska javnaðarflokkinum?

Hvussu kundi man fáa føroyingar at skilja, at teir donsku pengarnir, sum komu til Føroyar, vóru gjald fyri at eiga okkum og hvussu skuldi ein fáa føroyingar at skilja, at teir donsku pengarnir vóru sum eitur fyri føroyska búskapin.

At leggja planbúskapin og stuðulsbúskapin aftur um bak.

At hin hálovaða Heimastýrislógin var ólesandi sum eitt bliknað Himmalbræv.

Tað eru bara trý ár síðan, at tríggir ymsir flokkar samdust um eina samgongu og Landsstýrið fór til verka við tað sama. Nógv spáddu teimum ikki langa livitíð, men teir hava hóra undan og mugu gera tað til endan av valskeiðnum, hóast ágangurin móti teimum hevur verið ógvusligur, bæði frá dønum og andstøðuni, serliga javnaðarflokkinum, sum er dottin niður á eitt óhugnaliga lágt støði, og uttan undantak gongur ørindi fyri donsku stjórnina. Øll vápn vóru og eru loyvd. Nær hava teir bara so mikið sum ivast í, at danir hava gjørt nakað skeivt í Føroyum? Grátuligt, men eisini láturligt t.d. at Landsstýrið skal hava skipað fyri, hvat Ekstrablaðið skrivar um undirgrundina og oljuna, ella at tað er teirra skyld, at høgtstandandi danskir javnaðarmenn siga, at teir eiga oljuna.

Skilir javnaðarflokkurin ikki sína egnu støðu. Nú hava teir sitið í andstøðu í trý ár. Og hvat er komið burtur úr. Gongur flokkurin fram? Hava teir eitt program, sum er borðbart? Kunnu teir veruliga ikki standa á egnum beinum og loysa seg úr bondunum frá danska javnaðarflokkinum.

Hetta Landsstýri hevur savnað meir enn helmingin av fólkinum aftan fyri seg, í sjálvum sær ein søgulig hending, tí teir skilja og hava fingið henda stóra bólk av fólki tilfulnar at skilja, at fullveldismálið er málið yvir øllum málum, sum nú má loysast.

Ein hugburðsbroyting, eitt virkisfýsni og frískt bjartskygni er so sjónligt, at tað burturforklárast ikki, og nógv ung vælútbúgvin fólk koma aftur til heimlandi. Vónandi verður ikki val fyrrenn um eitt ár, tá kunnu teir tríggir flokkarnir siga frá sínum flokspolitisku meiningum, men minnast til, at teir mugu taka eitt fýra ára skeið afturat, tí enn stendur nógv í hálvum gekki, og Rom var ikki bygdur eftir einum degi, somuleiðis má veljarin hugsa um støðuna longu nú. Tíverri skal eitt undur henda, um nakar av teimum trimum flokkunum kunnu fáa gagn av at arbeiða saman við javnaðarflokkinum. Manning og leiðsla í hesum flokki verður tann sama, og hon ger ongar broytingar, hvørki so ella so. Nú er hon meiri sambandsk enn sambandsflokkurin. Hvør hugsandi unglingi vil fara upp í henda flokk og royna at endurnýggja hann? Tað hevði hann heldur ikki sloppið.

Søgufólk fara nakað at gita, um Marita Petersen kundi havt reddað flokkin. Men tað hevði hon aldrin sloppið at gjørt. Kjarnuveljarnir og leiðslan skrála tað góða gamla konservativa herrópið: »Tað skal vera sum tað er, og blíva sum tað var«. Himmalbrævið prentast av nýggjum. Vit mugu nú skilja, at tað hevði verið eitt óbótaligt afturstig fyri okkum øll eisini javnaðarveljarar, men sjálvandi má tað taka sína tíð, og tó er ein veldug hugburðsbroyting longu hend hesi trý árini. Kanska størsti vinningurin.