Av og á loysir seg at ganga nýggjar leiðir. Hetta kann Havnar Bio ásanna, eftir at hann, sum einasti biografur í norðurlondum, hevur víst filmin Heaven is for Real.
Við Birkblogg sigur Jákup Eli Jacobsen, biografleiðari, at 1300 føroyingar hava sæð filmin og onkran dagin hava 240 fólk verið og sæð filmin. Havnar Bio hevur víst filmin í góða viku, og fyribils stendur hann á skránni til og við mikudagin 9. Juli.
- Tað eru fleiri seld atgongumerki enn James Bond megnaði og sama tal, sum Hobbin dróg í biograf eftir sama dagatal í fjør. Nú veldst um, hvussu leingi Heaven is for Real fer at ganga, og um hann fer at seta met, tá umræður nýggjar filmar, sum okkara viðskiftafólk vilja síggja, segði Jákup Eli við BirkBlogg.
Filmurin byggir á bókina við sama navni, sum er um ein fýra ára gamlan drong, ið vaknar aftur frá teimum deyðu, og síðani fortelir foreldrum sínum, hvat hann hevur upplivað meðan hann var burtur. Millum annað heilsar hann foreldrunum frá systir sínari, ið doyði áðrenn drongurin sjálvur varð føddur, og sum hann ongantíð hevur hoyrt um.
- Hann rakar nógv breiðari, enn eg helt, sigur Jákup Eli um Heaven is for Real. Áskoðararnir eru ein blandingur av vanliga biografgangaranum, og so fólk, sum aldri hava verið í biograf hjá okkum áður. Filmurin fer at ganga so leingi, fólk koma, sigur Jákup Eli í Havnar Bio.
Birkblogg hevur eisini samrøður við fólk, ið hava verið til filmin. Tær kunnu lesast við at trýsta her.