Hin »fíggjartungi« Skúladepilin við Marknagil

   

Egon Øregaard
skúlastjóri á Tekniska Skúlanum Tórshavn
????????????????????????????????????

Á vári 2003 setti táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum eina bygginevnd at fyrireika bygging av Skúladepli við Marknagil. Aftan á eitt sera »effektivt« og dygdargott arbeiði var eitt álitið lagt fyri Mentamálaráðið 28. nov. 2003.
Valið, sum kom í ótíð, steðgaði fyribils, hesari framúr víðskygdu og framtíðarrættaðu ætlan.
Eg vil bert gera viðmerking um tað, sum av onkrum hevur verið borið upp á mál, at ætlanin er ein ov stór fíggjarlig avbjóðing.
Eg eri als ikki samdur við teimum sum halda tað.
Tað niðanfyristandandi er ikki ein vísindalig útgreining av ávirkanini, sum ein stór íløga í alment byggivirksemi hevur á føroyska búskapin. Hetta er eitt einfalt sjónarmið, sæð í mun til sjónarmiðið, at tað er ov kostnaðarmik-ið, og ikki ráðiligt at fara undir eina so stóra íløguætlan, sum Skúladepilin við Marknagil.
Síðani seinast í 1990´unum hevur grundgevingin fyri ikki at fara undir bygging av skúlum verið, at nú vóru so góðar tíðir. Virksemið í landininum, (serliga innan byggivinnuna í miðstaðarøkinum) var so stórt, at tað var óðamannaverk at fara undir bygging av almennum »skúlum«, tí hettar vildi føra »ovurhiting av búskapinum« við sær.
Nær er so rætta tíðin at fara undir almennar byggiíløgur? Mín niðurstøða er, út frá hesum sjónarmiði, at tað má verða í »niðurgangstíðum«. Havast skal í huga, at landskassin við slíkum íløgum kemur at virka, sum »stabilisator« í føroysku vinnuni.
Tá nýggi Smyril var settur á fíggjarlógina, samtykti politiski myndugleikin samstundis, at uml. 300 mió kr. vóru sendar av landinum vitandi, at av hesum 300 mió kr. kom ikki ein króna aftur í landskassan. (Sjálvandi fáa vit Smyril, og skal hann verða vælkomin.)
Tá byggingin av Skúladeplinum í Marknagili verður sett í verk, verða millióna-upphæddir settar í »umfar« í føroysku byggivinnuni, tey næstu uml. 5 árini sum metta byggitíðin varar. Av játtaðu upphæddini kemur ein stórur partur aftur í landskassan - føroyska arbeiðsmegin skal hava mjólk, breyð og marga-rin á borðið hvønn dag - bensin skal á bilin, og útvarpsgjald skal rind-ast.
Stórur partur av pengum til íløguna endar sostatt aftur í føroyska landskassanum, sum skattur - MVG og onnur »avgjøld«.
Umframt hetta hevur eitt stabilt byggivirksemi tað »positivu« avleiðingina, at byggifyri-tøkurnar megna at endurnýggja seg og seta annað virksemi í verk.
Væl veit eg, at mong onnur fyrilit skulu takast, men um hetta ein-falda sjónarmiðið er heilt burturvið, var gott um ein viðmerking kom frá serkønum á búskaparøkinum.