Tað er leygardagur 15. september. Vit eru til jarðarferð í Nólsoy. Útsynningur leikar harður við grimdarskúrum, nú fylgið gongur suður gjøgnum bygdina. Ein súmbolsk mynd av honum, vit fylgja til gravar, Emil Juul Thomsen. Hann var bráður av lyndi. Treiskur og beit á kampi, tá hann setti sær høg og torgongd mál fyri.
Emil Juul Thomsen andaðist týsdagin 11. september, 96 ára gamal. Í dag munnu føroyingar flestir minnast hann frá Bókagarði, bókaforlagnum, sum hevði sølubúð fyrst á Lag, seinni í Bókbindaragøtu í Havn.
Emil var búsitandi í Nólsoy, men ættaður av Tvøroyri, føddur 27. november 1915. Lærdi sum ungur til skómakara, men sýndi stak gott hegni sum sølumaður og læt í Havn upp el-vøruhandilin Electrolux.
Frá at selja dustsúgvarar, kuldaskáp og annan ravmagnsútbúnað fekk hann tað hugskot seinast í 1960-árunum at fara undir endurprenting av okkara gomlu, uppseldu bókmentum. Í 1968 stovnaði hann Bókagarð og fyrsta takið var at endurprenta tíðarritið Varðan og fyrsta blað, sum burturav varð skrivað á føroyskum, Føringatíðindi. Hann gav somuleiðis út Fuglaframa, Búreising og barna- og ungdómsblaðið Ungu Føroyar, Schrøters týðing av Matteusar evangeliinum og Hammershaimbs anthologi – alt virðismikil prent frá teirri tíðini, tá føroyingar fóru at vita til sín sum fólk. Á bókasøvnum okkara kundi tú læna hesi, men at læna er ikki tað sama sum at eiga, og bæði almenningi og skúlum okkara komu hesar útgávur í tørvi.
Fólk, sum høvdu fingist við útgávustarv í Føroyum og av royndum vistu, hvussu tvørligt hetta mangan kundi vera, hildu hetta vera óðamannaverk og fíggjarligan undirgang. Men sum Emili líkt, tá hann setti sær mál fyri, fór hann undir hetta tiltak við stálsettum vilja. Uttan frammanundan at hava søkt um studning ella á annan hátt hava vissað sær fíggjarliga trygd.
Og hetta vóru dygdarbókmentir, bæði upprunaverk og týdd. Her eru at nevna Heðin Brú, Martin Joensen, William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, Voltaire, Dostojevskij, Mark Twain og Albert Camus. Ikki eru at gloyma søgurnar eftir Kristian Osvald Viderø og Føroya Kvæði. Og haraftrat gav hann fitt av barnabókum út og bøkur um list og listafólk.
Dastið av útgávunum kom út í 1970-árunum, og tá Bókagarður rundaði tey tíggju árini, hevði Emil megnað at útvega okkum út við hálvtannaðhundrað bøkur, bæði heimligar klassikarar og aðrar og ikki sørt av nýggjum bókmentum við. Og haraftrat ritið Faroe Isles Review.
Fyri mikla útgávuvirksemið, sum eisini kom útlendskum lærustovnum til góðar, fekk Emil Juul Thomsen á sumri 1978 navnbót sum heiðursdoktari við lærda háskúlan í Lund í Svøríki. Haraftrat fekk hann heiðursmerki frá ríkisovastunum í øllum Norðurlondum fyri avrik sítt; danska riddarakrossin, norska sankta ólavskrossin, íslendska falkaordanin o.s.fr.
Bókahandilin hjá Bókagarði á Lag lá so høgliga fyri í Havn. Her í miðbýnum slapp tú ikki undan at geva honum gætur. Og tað var serliga fram undir jól, at tú hevði gott í væntu, tí í sýnisglugganum her kundi tú vera vísur í at síggja forkunnugar bøkur – nýútgávur og endurútgávur. Tað var fyrst gleðin framman fyri hesum vakra sýnisglugganum, og so ikki minst at støkka inn á gólvið, taka eina bók upp í hondina, blaða í henni og so keypa. Prísurin sum oftast sámuligur. Eitt prát við Emil var ikki at forsmáa, og at tað var kærleikin til fosturlandið og móðurmálið, sum eggjaði honum til hetta stóra takið var eyðsýnt. Tí nógv av tí, sum føroyingar dagliga fingu borið upp í hendur av lesnaði, var lættisoppur og mjólkarvatnsskvatl. Við hesum meinti hann serstakliga bløðini. Hesi, ið Tórarinn Evensen við læraraskúlanæmingar segði um: »Vilja tit kennast við gott føroyskt mál, so lesið ikki bløðini.«
Og um hvussu stjølurin var í tí skúla, Emil sjálvur gekk í á Tvøroyri, fáa vit eina ábending um úr formælinum, Hanus Debes Joensen hevur til yrkingasavn sítt »Í súgi um Froðbiarboða«. Hesin skúlin við sínum donsku lærarum var ikki klekingarstøð til føroyska samfelagið. Tú lærdi stóráirnar í Russlandi at kenna, dugdi at reksa upp lond og býir í Suðuramerika og stóð ikki fastur í longum, týskum ramsum. Men lítið visti tú um tað, sum lá uttan fyri Høvdan. Fólk, sum komu úr øðrum oyggjum, komu øll »norðan úr myrkrinum«. Hetta var káma hugmyndin av hinum Føroyum.
Tað var tann nívandi kenslan av hesum kunnleikatørvi um heimilig viðurskifti, sum eggjaði Emili til at fara undir tað ódnartakið, sum neyvan nakar annar roknaði við fór at eydnast. Hetta eru ikki bert prýðisverk í bókahillunum, men eisini verk, ið hava verið og framvegis eru til stórt gagn.
Minnist væl, hvussu spentur Emil var eftir at fáa Føroya Kvæði út. Fullvísur í, at hetta var á hallandi degi, skuldi hann sjálvur síggja krúnuna á lívsverki sínum – um tríati ár eftir at fyrsta byrðin var borin í garð.
Møtti honum um sama mundið á Áarvegnum í Havn. Prátið datt niður á Føroya Kvæði, og eg sigi við hann, at hasar bøkurnar má eg ognast, tá tær koma út. Tíðin leið og eg gloymdi Føroya Kvæði. Men tað var ein, sum ikki gloymdi. Tí ein dagin kom Emil sjálvur og handaði mær fyrstu bindini av Føroya Kvæði, og seinni restina – tilsamans 37 bind.
Emil Juul Thomsen er farin um sýn, men í bókmentasøgu okkara stendur eftir navn hansara sum varði, so leingi her býr fólk, sum talar og lesur føroyskt mál.
------------------------
Pól á Kletti