Tað er greitt, tá bæði Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin vísa aftur, at teir fara at senda boð eftir donskum systir flokkum at hjálpa sær í valstríðnum til fólkatingsvalið í Føroyum.
– Nei, tað gera vit ikki! Tað kann eg í hvussu so er garantera tær fyri!
Tað er greiða svarið frá Christian Andreasen, formanni Fólkafloksins, tá vit spyrja hann, um Søren Pape Poulsen ella onkur annar úr systirflokki Fólkafloksins í Danmark, teimum Konservativu, kemur til Føroyar at hjálpa Fólkaflokkinum at vinna valið í Føroyum.
– Men tað er upp til Sambandsflokkin, hvat tey gera. Eg haldi bara, at vit skulu hava ein føroyskan valdyst í Føroyum uttan íblanding úr Danmark, annars má Sambandsflokkurin um, hvat hann ger.
Lesið eisini: Vinstri til Føroya í valstríð fyri Sambandsflokkin
Og hjá Javnaðarflokkinum er svarið tað sama.
– Nei, tað kemur eingin politikari úr danska Javnaðarflokkinum til Føroya at hjálpa okkum í valstríðnum, sigur Aksel V. Johannesen, sum heldur ikki hevur tær stóru viðmerkingarnar til, at Sambandsflokkurin hevur vitjan av danska systirflokkinum í valstríðnum.
So hvørki Mette Frederiksen ella Søren Pape Poulsen vera at hitta á tíðindafundum í Føroyum næstu vikna undan valinum.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Høgna Hoydal, um Tjóðveldi fær hjálp uttanífrá til fólkatingsvalið, men tann hjálpin hevði neyvan komið úr Danmark.
Tað hevur sjálvandi týdning fyri donsku flokkarnar, hvør vinnur valið í Føroyum, tí tað er so tætt ímillum bláa og reyða vong í Danmark. Í Grønlandi er valið í so máta greitt frammanundan, tí eingin av borgarligu flokkunum í Grønlandi megnar at taka dystin upp við vinstrasinnaðu Siumut og IA, sum vanliga fáa um 30 prosent hvør.