Fyrst í nítjandu øld flýddi jødiska Hirschsprung-familjan úr Týsklandi vegna kríggj og setti búgv í Keypmannahavn. Pápin hevði verið tubakksframleiðari í Týsklandi og tann eini sonurin, Heinrich, føddur í Danmark í 1836, valdi sær somu yrkisleið. Heinrich vann sær nógvan pening av sigarsøluni og fór at keypa sær nýggja danska málningalist, ið hann hevði so stóran áhuga fyri. Nýgiftur, í 1860´unum, byrjaði hann so smátt at keypa forvitnislig listaverk, men skjótt vóru Pauline og Heinrich um at drukna í málningum í sínum stásiliga heimi á Højbro Plads. Savnið taldi meira enn 1000 málningar, skitsir, tekningar og standmyndir av Eckersberg, Købke, Bendz, Marstrand, Ancher, Hammershøi og øðrum, tá ið ríkmaðurin Heinrich í 1908 doyði.
Í 1902 valdi Hirschsprung at geva sítt einastandandi savn av danskari list í gávu til statin, við eini treyt: at Keypmannahavnar Kommuna lat grundstykki til nýggjan museumsbygning og átók sær uppgávuna at reka listasavnið Den Hirschsprungske Samling saman við statinum. Í 1911 opnaði sjálvsognarstovnurin Den Hirschsprungske Samling á Stockholmsgade (beint yvir av risastóra Statens Museum for Kunst) fíggjað av statinum, kommununi og einkjuni eftir Heinrich, ið ikki náddi at síggja listasavnið sjálvur. Tann friðaði bygningurin, teknaður av kenda arkitektinum H.B. Storcks, hevur ein hóp av smáum stovum, ið geva savninum, eftir persónliga ynski Hirschsprungs, ein intiman og heimligan dám. Á veggunum hanga teir smáu málningarnir lið um lið, stílurin úr borgarligum heimum kring Evropa tá í tíðini. Fyrsti leiðari á listasavninum, Emil Hannover, ið var góður vinur við og listarligur ráðgevi hjá Heinrich, og sum giftist við einastu dóttir hansara, komponeraði tey 21 rúmini á savninum við málningum, standmyndum og møblum úr nítjandu øld, so at alt passaði saman í eina størri heild. 90 ár seinni er nærum onki broytt. Tey umleið 500 listaverkini, ið hanga á bróstunum, eru við fáum undantøkum tey somu sum Hannover í 1911 hongdi upp.
Í sali nummar 21, hjá Skagensmálaranum P.S. Krøyer (1851-1909), er ein stórur málningur av Heinrich, Pauline og børn teirra. Hirschsprung-familjan situr í sínum fínasta stási uttanfyri sína villa norðan fyri Keypmannahavn ein vakran summardag, og á borðinum uttanfyri standa tekoppar og víngløs. Eitt vínglas ov nógv. Tað er glasið hjá gestinum hjá familjuni, Krøyer, ið skapar málningin. Glasið er hansara signature. Heinrich Hirschsprung er eisini í forhøllini, stórur og prúður við sigar í hondini tekur hann ímóti gestunum, tá ið teir koma inn á listasavnið. Undir loftinum í forhøllini er ein verndareingil málaður og undir fótunum hevur tú stóra mosaikk av tubakksplantu! Um listaverkini hjá Hirschsprung høvdu endað á Statens Museum for Kunst, so hevði ongin í dag vita hvør hesin sigarmaðurin var, men hann hevur vitað hvussu navn hansara skuldi yvirliva tey næstu ættarliðini og knýtast til naturalistiska og súmbolska list í Danmark: við at gera sjálvsognarstovn undir familjunavninum.
Lat meg enda hetta kapittul úr Keypmannahavnar søgu við at nevna, at bjór og tubakk hava havt størri týdning fyri listina í hesum landi enn tey flestu vita av. Pengarnir hjá ríkum monnum, ið hava selt tubakk og bjór, standa aftan fyri tvey av teimum vakrastu søvnunum í Keypmannahavn: Ny Carlsberg Glyptotek og Den Hirschsprungske Samling.