Í kvøld klokkan 18.30 - klokkan 19.30 maltesiska tíð - skal NSÍ takast við Hamrun Spartans í seinna dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
Hóast NSÍ hevði málmøguleikar til at vinna ein 3-1 ella 4-1 sigur í fyrra dystinum á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, so mátti teir taka til takkar við javnleiki 1-1, ið hevur Harmrun Spartans ein fyrimun til seinna dystin.
Annar fyrimunur hjá heimaliðnum er, at tað vera 31 hitastig við dystarbyrjan. Sambært yr.no.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin tala eisini ímóti NSÍ.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til Hamrun Spartans liggja millum 1,54 og 1,75.
Oddsini upp á javnleik - sum merkir longd leiktíð - liggja millum 3,50 og 4,00.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,70 og 5,60.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##













