Hitin upp í 13 stig

Í støðum er frískur vindur, men sólin sær eisini

 

Forsøgn galdandi til týsmorgun:

Lot til frískt lot vestan ella av útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum frískur vindur, 10 m/s. Skiftandi skýloft við sól av og á. Í nátt minkar hann vindin niður í lot vestan, undir 6 m/s. Skýggjað og í støðum támut, møguliga regn ella sirm av og á. Hitin í dag verður millum 9 og 13 stig, í nátt niður í 8 stig.

Um veðrið í morgin sigur Veðurstovan, at tað verður lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft, stundum við sól, men eisini sirm av og á. Í støðum verða mjørkalíkindir, serliga um náttina. Hitin verður millum 8 og 13 stig, um náttina niður í 6 til 9 stig.