Hitt ein serfrøðing í Siloini

Hósdagin 24. januar frá klokkan 15-17 verður tiltakið "Hitt ein serfrøðing" í Siloini í Sjóvinnuhúsinum.

Hósdagin, 24. januar frá klokkan 15-17, verður tiltakið "Hitt ein serfrøðing" í Siloini í Sjóvinnuhúsinum. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Hugskotið og Íverksetarahúsið skipa fyri í felag, og hetta er eitt gott høvi at fáa fleiri spurningar svaraðir á einum staði.

 

Tiltakið er fyri øll og er eitt ókeypis tilboð um stutta ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan eitt nú løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan verða at hitta til ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

 

Tey, sum standa aftan fyri Hugskotið, sigur, at hesir ráðgevarar verða at hitta henda dagin: Óli Joensen og Petur Sigurð Johannesen, grannskoðarar hjá Januar, Niels Uni Dam, stjóri og ráðgevi í Nudlavirkinum, Eimi Fossdalsá og Elsa Reinert frá TAKS, Birita Sandberg Samuelsen, advokatur hjá SÓKN Advokatum, Mathea Hilduberg, leiðari í Vinnuframa, Vivi Egholm, ráðgevi hjá Framtak og Árni Fredriksberg, vinnukundaráðgevi í Betri Banka.

 

- Tiltakið er fyriskipað á tann hátt, at frá klokkan 14.50 liggja seðlar at taka í Siloini í Sjóvinnuhúsinum, og tey uppmøttu taka teir seðlar, tey kundu hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. Eitt nú kunnu fólk taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16-16:20 - og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16.20 til 16.40, siga tey í Hugskotinum.