Hittast mánadagin

Føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum og danski løgmálaráðharrin hittast mánadagin til ein ávegis fund til fullveldissamráðingarnar 26. okotber

Ætlaði ávegis samráðingarfundurin millum Høgna Hoydal og Frank Jensen um fullveldismálið er nú avtalaður. Fundurin verður í Havn mánadagin komandi.

Á hesum fundinum er ætlanin at danski løgmálaráðharrin og føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum skulu fáa endaliga greiðu á, hvussu Danmark og fullveldið Føroyar kunnu koma til eina endaliga politiska støðutakan fyri heimarætt og borgararættindi og at enda tað umsitingarliga samstarvið.

Ávegis samráðingarfundurin er nakað, sum Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen avtalaðu, eftir at tað var greitt, at tað ikki bar til hjá donsku stjórini at koma til Føroya at samráðast á fjóðra sinni um føroyskt fullveldi, sum landsstýrið hevði ætlað.

Uppskotið kom danski forsætisráðharrin við og løgmaður tók undir við tí við ávísum treytum. Treytirnar frá løgmanni vóru, at ein endalig politisk støðutakan skuldi gerast á hesum fundinum.

Ætlanin var eisini, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, skuldi samráðast við føroyska fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, um gjaldoyrasamstarvið. Men eftir at danir atkvøddu nei á fólkaatkvøðuni um evruna, verður hesin fundurin mettur at vera óneyðugur.