Hizbollah: - Vit hava rætt at leypa á Ísrael

- Vit eru í holt við at fyrireika nýggj álop, sum fara at merkja, at Ísrael fer at føla pínu, sigur Naim Qassem

Naim Qassem, sum er ein av leiðarunum í Hizbollah í Libanon, sigur, at síðan Ísrael hevur lopið á hvar sum helst í Libanon, hevur Hizbollah eisini rætt at leypa á hvar sum helst í Ísrael.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag, og lagt verður aftrat, at Hizbollah er í holt við at fyrireika nýggj álop, sum fara at merkja, at Ísrael fer "at føla pínu", sum tikið verður til.

 

- Vit fara at miðja eftir at raka ísraelska herin og teirra herstøðir, sigur Naim Qassem.

 

Men, eftir at hesin Hizbollah-leiðarin hevði hótt Ísrael við nýggjum álopum, kom hann sambært Reuters niður aftur á jørðina og segði, at einasti vegur er ein vápnahvíld.