Tíðindaskriv
? Alt ov ofta síggja vit fólk á skutara ella á prutli, sum ikki eru í hjálmi, og hetta er sera vandamikið. Hagtøl sýna, at í mun til at koyra í bili, er tað 75 ferðir vandamiklari at koyra á prutli ella skutara.
Hetta sigur Ferðslutrygd, sum er farið undir eina herferð til tess at fáa fólk at nýta fallhjálm og trygdarbelti.
Søgan aftan fyri sjónvarpslýsingina er, at ein ungur drongur á heysti 2003 doyði av løstunum, sum hann fekk av ferðsluóhappi. Hann koyrdi á prutli og rendi frontalt í ein garð. Í stoytinum fekk drongurin stóran skaða í høvdið. Umframt tað, fekk hann eisini opið beinbrot. Hendingin fór fram um náttina og av tí at drongurin fall í óvit, var hann ikki funnin fyrr enn góða løtu seinni. Eftir 11 daga langa sjúkralegu andaðist hann á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Drongurin átti hjálm, men tá ið óhappið hendi, var hann ikki í honum. Um hann hevði verið í hjálmi, hevði talan »bara« verið um eitt opið beinbrot.
Undan jarðarferðini boðaðu foreldrini frá, at tey sum vildu senda eina heilsan, kundu geva Ferðslutrygd eina peningagávu. Ferðslutrygd gjørdi av, at nýta innkomna peningin at gera eina sjónvarpslýsing.
Framleiðsluna hevur Kovboy Film við Hans Petur Hansen og Thomas Koba staðið fyri.