Reyði Krossur bjóðar nú hjálp til avvarðandi, ið knappliga hava mist ein av sínum næstingum
Fólk, ið hava upplivað at verða tikin á bóli og skelkað, tí tey brádliga mistu ein av sínum næstringum kunnu greiða frá, at tey høvdu havt brúk fyri hjálp, tá ið ólukkan rakti tey so meint. Umframt hjálpina, ið vanliga verður veitt av familju og vinum.
Seinni kann gerast neyðugt at tala við onnur, ið eisini hava upplivað at koma í eina slíka kreppustøðu orsakað brádligan deyða.
Sjálvhjálparbólkar
Ein fær ofta góða hjálp frá øðrum, ið hava mist ein av sínum og kunnu sostatt koma fram til forstáilsi, sum ein ikki kann vænta frá fólki, ið ikki sjálv hava roynt samsvarðandi hesum. Reyði Krossur hevur tikið stig til, at seta á stovn sjálvhjálparbólkar, og skapa samband millum fólk um alt landið, so øll kunnu fáa gagn av hesum møguleika.
Sorgin nívir
Vit heita á øll, ið knappliga hava verið fyri eini stórari sorg, at seta seg í samband við okkum, um tørvur er at tala við onkran við líknandi royndum. Tørvurin kann koma til sjóndar fleiri ár seinri.
Vit vita at menniskju eru ymisk. Hóast hetta, kunnu nógv fólk greiða frá líknandi lívsroyndum. Tá ið ein tíð er fráliðin, gerst hesin stóri saknurin alt truplari at bera upp á mál. Tað sýnist, sum onnur fólk vítja frá hesum trupulleikum, og sjálv eru vit ikki ment at gera vart við okkum, tí sorgin nívir støðugt. Fyri mong gerst sorgin enn størri eina tíð seinni, alt meðan hini trúgva, at tann tyngsta sorgin er farin afturum.
Stigtakarar
Áhugabólkurin er settur saman av fólki, ið dagliga starvast við trupulleikum, ið sorg kann viðføra. Stuðulin verður at hjálpa bólkum og einstaklingum í gongd, at tala um hesa sváru sorg og stuðla á leiðini, um tað gerst neyðugt.
Vit vita at sorgin kann níva so mikið fast, at sjálvt hin sterkasti kann gerast veikur. Vit vita eisini, at kvinnur og menn syrgja á ymiskan hátt, og at bæði kynini kunnu fáa brúk fyri hjálp, so tey kunnu koma víðari í lívinum. Ein royndur lutur er eisini, at børn nívd av sorg og líðingum, koma yvir teir, á sín serliga hátt. Veruleiki er, at samtalur millum fólk, ið hava somu royndir hjálpa.
Kunning
Ein telefonlinja ið kallast Sorgarlinjan er stovnað og svarar allar dagar frá kl. 17,00-23,00 á Telefon 212380. Øll, ið venda sær til okkara fáa høvið at greiða frá, hví tey ynskja at koma í samband við onnur, ið eru í líknandi støðu.
v/Sorgarlinjuni
Karen Heinesen