Í fleiri ár hevur ivi verið um, antin fleiri túsund bileigarar hava rætt til einar 120 milliónir tilsamans í endurgjaldi frá TAKS.
Orsøkin er, at TAKS ólógliga hevur kravt mvg av skrásetingargjaldinum á bilunum, sum eru keyptir í tíðarskeiðnum frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005.
Málið er fyri í rættinum í løtuni og verður niðurstøðan, at TAKS ikki hevði rætt at krevja MVG av skrásetingargjaldinum, ætlar Sjálvstýrisflokkurin at hjálpa bileigarunum at fáa endurgjald.
Tí hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, at øll hesi málini skulu ikki fyrnast, sama, hvussu gomul tey eru.
Sostatt vil flokkurin tryggja, at allir bileigarar skulu fáa tað endurgjald, teir hava rætt til, hóast málið er yvir fimm ára gamalt.
Men samstundis vil flokkurin hava Løgtingið at samtykkja, at kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald frá bileigarunum, skulu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og TAKS gera eina skipan, so at allir bilførarar fáa sítt endurgjald sjálvvirkandi.
Tað merkir, at tað skal verða ábyrgdin hjá TAKS og landsstýrismanninum í fíggjarmálum at finna allar bileigararnar, sum hava goldið ov nógv fyri bilarnar og at syrgja fyri, at teir fáa pengarnar aftur.
- Vit halda, at tað er ílagi, at málið er lagt fyri dómsvaldið, tí so fáa vit eina endaliga avgerð. Men endamálið má vera, at allir bilførarir, sum hava goldið túsundtals krónur ov fyri bilin, fáa peningin aftur, sigur Kári á Rógvi, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið saman við Kára Petersen, ið hevur sæti á tingi í løtuni fyri Kára P. Højgaard.
Kann ikki vera meiningin
Hann sigur, at kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at bilførarar hava rætt til endurgjald, kann tað ikki vera meiningin, at hvør einstakur av hesum 3000 bileigarunum skulu reisa eitt kærumál ella eitt rættarmál ímóti TAKS fyri at fáa pengarnar, sigur Kári á Rógvi.
- Tað kann ikki vera ætlanin, at tey, sum hava orku, áræði og hegni til at fara undir eitt sakarmál, skulu fáa peningin, men tey, sum ikki hava orku, áræði og hegni til tess, skulu onki fáa.
- Tað hevði eisini fingið TAKS at drukna í umsitingarligum arbeiði at fingið fleiri túsund serskild krøv um endurgjald.
-Tað er púra vitleyst at stovna so nógv mál, tá ið øll kunnu avgreiðast skjótt og lætt undir einum, tí øll eru sama slag.
Kári á Rógvi sigur, at endamálið við uppskotinum, sum teir nú leggja fyri Løgtingið, er sostatt at tryggja, at allir bileigarar, ið hava goldið ov nógv fyri bilin, fáa somu viðferð frá landsins myndugleikum.
TAKS bíðar sum longst
Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum er hægsta fyrisitingarmyndugleiki hjá TAKS, hevur staðfest at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald fyri bilarnar, sum eru keyptir frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005.
TAKS hevur ikki góðtikið hetta og hevur lagt málið fyri rættin.
Kemur Føroya Rættur til ta niðurstøðu, at TAKS hevur tikið eitt ólógligt gjald, eiga einir 3000 bileigarar sostatt at fáa mvg av skrásetingargjaldinum endurgoldið.
Tilsamans er talan um einar 120 milliónir krónur, sum bileigarar eiga í endurgjaldi frá TAKS.
Men í hesum føri kann tað fáa ein avgerðandi týdning, at eru málini eldri enn fimm ár, eru høvuðsreglan, at tey eru fyrnað og so fær bileigarin ikki endurgjaldið.
Í hesum sambandi kann leggjast afturat, at í tíðindaskrivi hevur TAKS boðað frá, at farið verður fram eftir 5-ára fyrning.
- Hetta merkir, at um hálvtannað ár verða øll krøv, ið ikki eru reist sum kærumál ella rættarmál, fyrnaði og bileigarar missa endurgjaldið, staðfestir Kári á Rógvi.
Men skuldi tað hent, at dómsvaldið kemur til ta niðurstøðu, at TAKS hevur kravt eitt ólógligt gjald fyri bilar, sum keyptir frá 1. mai í 1999 til 27. apríl í 2005, vil Sjálvstýrisflokkurin forða fyri, at fyrningarfreistin skal vera orsøk til, at nógvir bilførarar ikki skulu fáa peningin aftur, sum teir hava goldið ov nógv fyri bilarnar.