Javnan er umrøða av einum bólki í samfelagnum, ið lítið og einki ger vart við seg sjálvan. Tey óhjálpnu, gomlu og rørslutarnaðu. Í tíðindasendingini í sjónvarpinum síðsta fríggjakvøld var eitt dømi, og felags fyri tíðindini, ið eru at hoyra um henda tigandi bólkin av borgarum er, at umrøðan er negativ, mannminkandi og vanvirðandi.
Tað heldur í øllum førum Helena Fríheim, sum var ein teirra, ið tók stig til felagið Apopleksi - Afasi, ið er felagið hjá fólki, ið eru vorðin lamin. Hon hevur í 14 ár starvast sum ítrivsvegleiðari.
- Øll kunnu koma í eina støðu, har tey fáa brúk fyri allari hjálp. At gerast gamal og rørslutarnaður er ikki ein óvanlig støða, men samfelagshugburðurin mótvegis hesum fólkum er sera einstáttaður. Tey verða umrødd í fjølmiðlunum og manna millum sum ein tungur bólkur, sum eitt ting, ið eingin hevur orku til at taka sær av. Vit kunnu hugsa okkum, at hesi fólkini, ið verða umrødd soleiðis kenna seg illa, sum útskot, eingin vil hava. Spurningurin er eisini, hvat slík umrøða sigur okkara børnum. Tey kunnu fáa eina mynd av, at hesi óhjálpnu ikki eru nakað.
Tað er ein orsøk til, at hesi fólk gerast gomul og tí eiga vit at geva teimum ta bestu viðferð. Fólk eiga at spyrja seg sjálv, hvussu tað kennist at vera ein í hesum bólkinum, ið má dúva uppá hjálp frá øðrum, sigur Helena Fríheim, sum sjálv hevur verið lamin sum yngri.
Eingin hjálp
So at siga eingin hjálp er at heinta hjá hesum fólkum, tá ið sjúkraverkið hevur slept teimum. Tá ið tey koma heim av sjúkrahúsi ella venjingarheimi, verður tað álagt teimum avvarðandi at røkta hesi, sum eru rakt av einum og hvørjum, ið ger tey óhjálpin.
- Ofta er hesi fólkini knappliga komin í eina støðu, sum broytir teirra lív so ómetaliga nógv. Á sjúkrahúsinum fáa øll ta neyðturviligu hjálpina, so mikið starvsfólkini, sum altíð eru hart fyrispent, megna. Men tá ið tey eru komin heim verða tey slept uppá fjall, eingin venjing stendur teimum í boði ella viðlíkahald av vunna førleikanum. Tey mugu út at leita eftir hjálp, sigur Helena Fríheim.
Hon setir spurnartekin við, hvussu nógv skal til fyri at myndugleikarnir vakna og geva hesum fólkum virðiligar og mannsømiligar sømdir.
- Gomul og rørslutarnað mugu umrøðast sum virðilig fólk, sum hava krav uppá tær bestu sømdir. Vit eiga at minnast, at hesin minnilutabólkurin eru fólk, ið ikki sjálv megna at rópa upp og gera vart við, hvønn tørv tey hava. Ein góður sosialpolitikkur økir dygdina í einum samfelag. Við at geva gomlum og rørslutarnaðum betur kor verður arbeiðsmegin økt í samfelagnum. Hugburðurin mótvegis gomlum og rørslutarnaðum eigur at verða broyttur soleiðis, at tey kunnu varðveita sjálvskensluna og sjálvsvirðingina. Ein positivur hugburður mótvegis gomlum og rørslutarnaðum økir um myndina av einum góðum samfelag fyri øll sum búgva her. At venda einum bólki í samfelagnum ryggin og látast sum at eingin tørvur er á rættari viðgerð og viðferð, er ein skeivur máti at loysa støður, sum fólk eru komin í. Vit mugu hava eitt samfelagskjak har ið tey raktu eru við. Við lamni fylgir avmarkaður møguleiki at flyta seg og ferðast stað úr stað. Eisini fylgja avmarkaðir møguleikar at fáa sett seg inn í ting og fylgja við, hvat fer fram rundan um ein. Sostatt sleppur ein ikki sjálvur at gera av, hvørji fólk ein kemur saman við, sigur Helena Fríheim.