Sigrun Rasmussen í Fuglafirði er við at spreingjast av tonkum.
Hvat var tað, sum veruliga hendi náttina 21. desember, tá ið dóttir hennara í Gøtu fór út við pinkubarni sínum eina stjørnuklára desembernátt?
Hon hevur roynt at fingið svar upp á sínar mongu spurningar, men hon fær einki svar. Hon hevur ringt til fleiri fólk, sum skulu ringja aftur, men eingin ringir.
Hon hevur verið nógv ígjøgnum stutt fyri vanlukkunáttina. Fyrst doyði eitt annað ommubarn av sjúku eitt ára gamalt og síðan pápin.
Sigrun Rasmussen er rólig, tá ið hon greiðir frá, og hon vil sleppa at siga søguna, tí neyvan er alt sagt í hesum málinum.
20. desember vóru dóttirin, maðurin og barn teirra og vitjaðu Sigrun og mannin í Fuglfirði. Hetta var dagin fyri 36 ára brúdleypsdag teirra. Tey ótu eina máltíð saman, og omman var fegin um at sleppa at geva tí lítla ommusoninum.
Drongurin græt
Áðrenn tey ungu fóru aftur til Gøtu, vórðu myndir tiknar av lítla Sámali og familjuni.
Drongurin var ónøgdur og græt, men tað var ikki av svongd.
Nakað eftir midnátt ringdi maður dóttrina til Sigrun.
- Eg skilti, at okkurt var hent teirra millum. Hann segði, at mamman var farin út við barninum, og eg vildi vita, hvat var hent, sigur Sigrun.
- Aftaná hevur dóttirin sagt mær, at drongurin helt fram at gráta, eftir at tey vóru komin heim, og tað toldi maðurin ikki. Drongurin hevði skríggjað, og maðurin ýldi, segði hon.
Eina ferð maðurin var farin á loftið, smeyg hon sær út við barninum. Hon fór fyrst heim gjøgnum bygdina, og tá ið hon sá hann í vindeyganum á loftinum, vendi hon.
Mamman hevði ringt eftir sjúkrabili, tí drongurin græt so illa og var trongur, men áðrenn sjúkrabilurin kom fram, avlýsti hann hjálpina og segði, at drongurin bara var svangur og vantaði svøvn.
- Hetta segði hann eisini við meg, men eg segði, at hatta ikki var satt, tí eg hevði sjálv givið honum at eta, og hann svav eisini eina løtu heima hjá okkum.
Fongdur við astmu
Drongurin var ringur av astmu, hevði verið á sjúkrahúsi fyri tað sama, og um kvøldið hevði hann fingið masku heima hjá ommuni og abbanum.
Av tilvild var verdóttir Sigrun inni á Facebook og sá har, at pápi dreingin hevði skrivað, at hann nú var single.
Sigrun fekk eini sms-boð frá pápanum, sum skrivaði, at politiið var farið at leitað eftir mammuni og soninum. Tað visti hann, tí hann hevði møtt politinum í Leirvíkstunlinum.
- Pápin at barninum segði, at hon var farin av húsum við barninum í berari blæu. Tað var ikki satt, tí tá ið vit komu suður á Landssjúkrahúsið, lógu bæði sparkidrakt og onnur klæðir hjá honum har. Eitt turriklæði hevði hon eisini ballað um barnið, sigur Sigrun.
Politi og beiggarnir hjá mammuni fóru at leita, og politið fann tey við eina rætt. Tá var barnið tagnað og helst deytt longu tá.
- Eg havi ongantíð fingið at vita, hvør ringdi til politiið, sigur Sigrun.
Klokkan 02.45 ringdi hon til politiið, sum bað hana ringja aftur hálvan tíma seinni.
Hon ringdi aftur ein tíma seinni til skaðastovuna, men fekk einki at vita.
Nakað seinni ringdi dóttirin til mammuna og segði, at sonurin var deyður.
Hví steðgði eg teimum ikki?
Sigrun hevur hug at geva sær sjálvari ein part av skyldini. Hevði hon bara havt forðað teimum ungu at farið úr Fuglafirði, hevði hetta ikki hent.
Omman heldur tað vera út um alt mark, at hon skuldi fáa at vita í fjørmiðlunum, at dóttirin varð varðhaldsfongslað á Psykiatriska Deplinum.
Dóttirin hevði annars biðið um, at mamman var hennara kontaktpersónur. Tey hava heldur ikki fingið at vita, hví drongurin doyði. Tey kunnu einki fáa at vita, tí kvinnan varð varðhaldsfongslað handan dupult afturlatnar hurðar.
- Kanska var hann deyður, tá ið hon fór út, og hon vildi bara hava eina løtu einsamøll saman við soninum? Vit vita tað ikki.
Sigrun hevur alt gott at bera starvsfólkunum á Psykiatriska deplinum, og teir flestu politistarnir hava eisini verið fittir.
Sigrun hevur fleiri ferðir roynt at sloppið at sæð dóttrina, men tað hevur ikki borið til. Hon hevur frætt, at maðurin er sloppin inn. Tað heldur hon vera løgið, tá ið hon er kontaktpersónur.
Eingin kreppuhjálp
- Vit vóru sjálvandi øll langt niðri, tá ið vanlukkan var hendi, og okkum varð tí lovað kreppuhjálp. Fyrst skuldi dóttirin og maðurin hava kreppuhjálp, og tá ið eg so spurdi, nær vit fingu hjálp, var svarið, at tá var so langt fráliðið. Tey á Deild 2 hava tó skipað so fyri, at eg og maðurin eru sloppin at ganga til samtalur, og tað eiga tey tøkk fyri.
Tey fóru beinanvegin suður, tá ið mamma og barn vóru funnin, og dóttirin hevði ringt. Prestur sat hjá mammuni, tá ið Sigrun kom.
- Vit vóru hjá dóttrini í tólv tímar. Politistar og starvsfólkini vóru ótrúliga fitt við okkum, sigur Sigrun.
Í februar varð tann kroysta mamman, sum hevði mist sítt barn, útskrivað, men tað gekk bara ein lítil vika, til hon í sjúkrabili aftur fór á sjúkrahúsið. Hon orkaði ikki at vera í heimi sínum.
Mamman var og vitjaði dóttrina 31. mars, og tá hevði dóttirin ikki sæð mann sín í ein heilan mánað.
Dagin eftir varð kvinnan varðhaldsfongslað.
Einki samband
Sigrun var skelkað. Hon royndi at ringja til dóttrina, men har var einki samband. Frá sjúkrahúsinum fekk hon at vita, at dóttirin ikki mátti tosa í telefon, og at alt, sum sigast skuldi, mátti ganga gjøgnum politiið.
Ta fyrstu tíðina høvdu Sigrun og tey gott samskifti við versonin, men nú tekur hann ikki longur telefonina.
Sigrun hevur roynt at tosa við verjan hjá dóttrini, men verjin hevur verið ófyrikomandi og segði eina ferð við Sigrun, at hon ikki skuldi ringja aftur til sín. Tí hon úttalaði seg ikki til óvikomandi um málið hjá dóttrini.
Við Sosialin sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, at politiið er liðugt við kanningarbeiði sítt, og at bíðað nú bara verður eftir, at mentalkanningin skal verða liðug.
- Tí skilji eg einki av, tí poliitið hevur ongantíð avhoyrt vitnir. Hon er hóast alt dóttir mín, sigur Sigrun.
Hetta hevur verið ein hørð tí hjá teimum øllum somlum.
- Hevði eg ikki kunnað biðið til Várharra um hjálp, og forbønir ikki vóru sendar upp til Hann, veit eg ikki, hvar eg hevði verið í dag. Mítt størsta ynski er, at allur sannleikin kemur fram, so dóttirin kann fáa hjálp til at koma víðari, sigur Sigrun Rasmussen.