Hvønn dag seinastu tíggju árini hava ein røð av sjálvbodnum sitið við telefonlinjurnar hjá donsku kreppuráðgevingini Livslinien, klár at lurta eftir enn einum rópi um hjálp. Summi eru longu í ferð við at gera sjálvmorð, meðan onnur tríva eftir lívslinjuni sum eina seinastu roynd, áðrenn tey gera álvara av síni sjálvmorðsætlan.
- Lívslinjan er anonym, og tí vita vit av góðum grundum ikki, hvussu nógvum vit megna at hjálpa. Men vit fáa javnan afturmeldingar, har fólk takka okkum fyri, at vit tímdu at lurta, sum fyri at siga, at tað hava onnur ikki tímað. Okkara styrki er uttan iva, at vit duga at lurta, tora at spyrja og ikki ræðast sjálvt tey mest skelkandi svarini, sigur Michael Esmann.
Ikki automatiskur telefonsvarari
Michael Esmann sigur, at flestu uppringirnar til Livslinier koma frá fólki millum 20 og 60 ár. Ofta eru trupulleikarnir tengdir at, hvørji lívstøðu hesi menniskju eru í beint tá.
- Tað kann vera so ymiskt, men sum heild snúgva trupulleikarnir hjá tí yngra bólkinum seg ofta um parlag, arbeiði ella misnýtslu. Hjá teimum eldru er tað ofta missurin av einum lívslangum hjúnarfelaga, sum hevur tikið lívsmótið frá teimum.
Ráðgevarnir á Livslinien kunnu sjálvandi ikki loysa trupulleikarnar fyri fólk. Heldur royna tey í fyrstu umfari at spyrja inn til, hvat hevur fingið tey til at ringja, og hvussu tey hava tað beint nú.
Í flestu førum eru tey so ørkymlaði, at tey illa duga at seta orð á, hvat tað er, sum er tann størsti ella mest ítøkiligi trupulleikin beint tá. Alt verður vavt saman, og tí verður hjálpin í fyrsta umfari oftast at fáa yvirlit yvir støðuna, býta tingini upp so alt ikki nýtist at viðgerast í senn.
- Tá tú virkar sum ráðgevi av hesum, er tað alt avgerðandi at minnast, at tú onki veist, fyrr enn tú hevur spurt. Onki eitur ein stórur ella ein lítil trupulleiki, tí tað veldst altíð um, hvussu persónurin fatar trupulleikan. Hetta er ikki ein automatiskur telefonsvarari, og tí verður tað altíð tann, sum ringir, sum er mátistokkurin fyri, hvussu álsvarsom støðan er, sigur Michael Esmann.
Ræðast ikki svarið
Esman minnir á, at vanliga, tá vit spyrja hvønnannan Nú, hvussu hevur tú tað? er tað ikki fyri at fáa eitt erligt svar sum til dømis, Eg havi tað av hundanum til.
- Á Livslinien spyrja vit, tí vit vilja vita, hvussu fólk veruliga hava tað. Tað hava tey flestu eftir øllum at døma sera ilt við, tí tey tora ikki at hoyra svarið. Tí hoyra vit so ofta tey, sum ringja siga, at tað nyttar onki at tosa við nakran, tí øll siga bara at Tað skal nokk ganga og Hatta gongur nokk yvir. Slíkt er umleið tað ringasta, tú kanst siga við eitt kreppurakt menniskja, tí tað lítilsger ein trupulleika, sum fyri tey hóttir alt teirra lív júst tá, sigur Michael. Hann leggur afturat, at av somu orsøk enda tey á lívslinjuni ongantíð eina samrøðu við at spyrja Var tað nakað annað, tú vildi spyrja um?, tí tað er tað sama sum at siga, at tað, tú longu hevur fortalt, ljóðar ikki serliga álvarsamt.
Esmann greiðir frá, at sjálvt um ráðini tey geva, altíð taka støðu í menniskjanum í hinum telefonhorninum, merkir tað ikki, at tað eru tey kreppuraktu, sum seta treytirnar.
- Vit tosa ikki fólki eftir munninum. Ein rúsdrekkamisnýtari kann til dømis fáa tað svar at Jamen tað er ikki so løgið, at tíni børn ikki tíma at vitja teg longur, um ert full, hvørja ferð tey koma. Og vit lata okkum ikki ræða, um fólk royna at hótta okkum til at geva tað svarið, tey helst vilja hoyra. Okkara uppgáva er ikki at taka synd í fólki, men at vísa á, hvat tey sjálvi kunnu gera við støðuna, við at hugsa øðrvísi um hana, royna okkurt, tey ikki hava roynt fyrr. Ella øvut, royna okkurt, sum einaferð fyrr hevur hjálpt teimum, sigur Michael Esmann.
Trivnaður á breddan
Vaksandi talið á uppringingum tekur Esmann sum eitt positivt tekin um, at tað í størri mun er vorðið loyvt at hava tað ringt, og at fólk eru tilvita um, at tað ber til at fáa hjálp.
- Tíbetur er tað nógv sum bendir á, at vit eru við at koma burtur frá, at øll allatíðina skulu vera perfekt, vøkur og hava kekk á øllum. Tað var ein tíð, har tað mest sum var eitt statussymbol at vera stressaður, tí tað eftir øllum at døma skuldi vísa, hvussu nógv man hevði um oyruni, og hvussu týdningarmikil man var á til dømis arbeiðsplássinum. Nú er vent í holuni, og alsamt fleiri arbeiðspláss hava ein stresspolitik fyri at betra um trivnaðin. Ì heila tikið hevur menniskjaligur trivnaður sum heild ongantíð verið meir frammi enn beint nú. Tað er so altíð eitt stig á leiðini til geva teimum sálarpíndu pláss, so eisini tey kunnu fáa hjálp, sigur Michael Esmann.
Fakta:
· Livslinien varð stovnað í 1995
· Allir ráðgevarnir eru sjávbodnir og hava holla útbúgving og royndir innan kreppuhjálp
· Talið á uppringingum veksur hvørt ár, og togar í ár upp móti 11.000 uppringingum um árið.
· Telefonin á Livslinien svarar frá 11.00 til 23.00. 1. desembur verður Livslinien víðka við ráðgeving umvegis internetið.
· Meir fæst at vita á www.livslinien.dk