Rúna og Jan Hentze døma kvinnufinaluna millum SÍ og Mjølnir leygardagin. Hetta verður fyrstu ferð, at ein kvinna er partur av dómaratoyminum til eina føroyska flogbóltsfinalu. Síðani Flogbóltssambandið fór undir steypakappingina í 2000, hava tað altíð verið altjóða dómarar, ið hava verið fyrstudómarar í finalunum. Fyrstu árini komu útlendskir dómarar hendavegin at døma, men síðani 2005 hevur Jan Hentze verið fyrstidómari ? hvørja ferð við Tummas Óla Mortensen sum øðrumdómara.
Men í ár verður øðrvísi í kvinnufinaluni millum SÍ og Mjølnir, tí tá skal Jan hava kona sína, Rúnu Hentze, sum annandómara. Kvinnur hava ofta verið linjudómarar, og í ár verður eisini Rosa Jacobsen annar av linjudómarunum í kvinnufinaluni, men hetta verður fyrstu ferð nakrantíð, at ein kvinna stendur við netið sum dómari.
Hevur dømt nógv
? Eg er í sokallaða dómarabólkinum og havi dømt nógv í Eik-liguni í vetur. Eg havi bæði verið fyrsti- og annardómari, og so hvørt sum eg havi fingið fleiri og fleiri royndir, havi eg eisini verið alsamt tryggari í dømingini, sigur Rúna, ið fær góðan stuðul frá manninum:
? Rúna hevur dømt nógv og er eisini A-dómari, og hartil hevur hon eisini gjørt tað gott sum dómari. So við og við hevur hon oftari verið fyrstidómari, hóast hon at byrja við helt tað vera eitt sindur løgið, at eg sum altjóða dómari skuldi »bara« vera annardómari, sigur Jan Hentze.
Í mansfinaluni millum ÍF og Mjølnir verður Jan Hentze fyrstidómari og Tummas Óli Mortensen annardómari. Linjudómarar verða Sveinur Tróndarson og Óli G. Samuelsen, ið eisini er linjudómari í kvinnufinaluni.