Brot úr Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í handlunum í kvøld.
- Tey, sum halda, at lívið er ein bein linja frá A til B fara at blíva skuffað ferð eftir ferð. Tí lívið tveitir teg av kós í tíð og ótíð, og tað er ikki altíð tú varnast, at nú ert tú farin av kós. Men eitt er vist – eingin velur at blíva skildur uttan orsøk. Tað er altíð ein orsøk, sigur Sveinur Tróndarson, sum eru giftur og skildur tvær ferðir og í summar skal giftast fyri triðju ferð.
1994 og 2000. Tvey ár, tá ið Sveinur Tróndarson upplivdi tað, sum summi ongantíð uppliva, summi einaferð og summi fleiri ferðir. Hann stóð brúðgommur til brúdleyp.
Og í summar skal triðja brúdleypið standa.
-Vit fara ikki at bjóða vælkomin, vit ætla at bjóða vælafturkomin, sigur Sveinur Tróndarson við einum skálkabrosi um komandi brúdleypið.
Tí hann og unnustan Annika hava bæði verið gift og skild áðrenn tey funnu hvønn annan. Og Sveinur megnar væl at gera gjøldur burturúr, at “tredje gang er lykkens gang”.
Men tað hevur ikki altíð verið stuttligt og lætt at fyrihalda seg til harða veruleikan við hjúnaskilnaði.
1997 og 2010. Tvey ár, sum fyri Svein vórðu merkt av skilnaði og at bróta upp úr nýggjum. Tí tað er væl tað, sum hendir, tá ið eitt par fer hvør til sítt. Fyrru ferð varð hjúnaskilnaðurin lættari, tí tá fóru partarnir hvør til sítt í sátt og semju.
Aðruferð var truplari. Tá var ótrúskapur grundarlag fyri skilnaðinum eftir 10 árum saman.