Hjørdis Djurhuus 1

910  2006

Mangir tankar og minni fara ígjøgnum høvdið á okkum, tá vit eru til jarðarferð. So var eisini hendan vakra summardagin, Hjørdis Djur­huus stóð undir børu í Havnar Kirkju seinastu ferð og varð løgd til hvíldar í leiðisgarðinum, har allir vegir okkara møtast. Skjótt eru liðin 20 ár, síðan Hákun doyði, og Hjørdis gjørdist einkja.
Bert fáum er unt at liva so drúgt foldarlív. Henni restaðu bert fýra ár í tey hundrað, nú hon  mett av døgum  skjeyt foldarhamin. Nevni hennara langa æviskeið, tí tað vóru so nógv fólk og fylgdu, hóast fáir av javnaldrunum eru eftir á lívi til at sýna henni seinasta heiðurin. Hetta mundu vera fólk, mong væl yngri enn hon, sum ynsktu at biðja hesi gomlu konu og góðum minnum um hana og Hákun farvæl. Hon var eitt slag av fólki, sum nú fækkast í tali. Tann tíðin, hon umboðaði so nógv gott av, eru um at verða søga.

Ein so gott sum full kirkja bar boð um, at hon var serstøk á so mangan hátt. Hóast vit øll ynskja okkum sjálvum og okkara kæru langt lív, so man vera best at sleppa til hvíldar, tá viknandi heilsa ger ellina strævna. Vit uppliva tað sum eina góða jarðarferð, tá hin farna hevur rokkið høgan aldur, er sloppin hið­ani stillisliga og hevur lagt meir eftir seg, enn ein kundi vænta av miðal fólki. Hjørdis kom í hendan heim fyri so langt síðan, at vit valla fata broytingarnar síð­an tá, sjálvt um vit royna. Eitt so happadrúgt og væl eydnað æviskeið ger mannalívið so ríkt  eisini fyri tey, sum kent hava og varað av.
Henda heilsan skal nú ikki vera nøkur longri hug­leiðing, hóast høvið er so gott sum nakað; men bert ein tøkk til eina gamla vin­konu, sum, tó at 38 ár vóru ímillum okkara í aldri, var líka spennandi at koma á tal við ta seinastu sum sum ta fyrstu ferðina, vit hittust.
Um uppruna hennara er stutt at siga, at hon var fødd 27. apríl 1910 í Havn, dóttir Hans Kamban, føddur í Skúvoy og lærari í Havn, og Mariu f. Ziska úr Klaksvík. Av systkjun Hjørdisar eru nú bert Ebba Petersen og Janus Kamban eftir á lívi.
Gentur flestar fyrra part í farnu øld fóru út at tæna, at arbeiða í handli ella fiski, áðrenn tær giftust, settu búgv og fingu familju. Tær, sum høvdu serlig evni og meir enn vanligt áræði til eina hægri útbúgving, kundu lesa til lærara, og tað gjørdi Hjørdis. Hon fekk prógv á Føroya Læraraskúla í 1932.
Lagnan vildi tað so, at hon gekk í sama flokki sum nakað javngamli skúvoy­ingurin, Hákun. Tey blivu góð og giftust. Eftir at hava undirvíst Innan Glyvur og í Skálafirði í tvey ár, fekk Hákun fast lærarastarv í Klaksvík, hagar tey fluttu, fingu børnini og búðu í mong ár.
Tíbetur hevði Hjørdis tað rætta lyndið, sum eisini tá kravdist av kvinnu, sum tók upp á seg sum meginskyldu at vera hús- og barnamóðir. Uttan ein góðan bakk og tryggan heimafront er trupult at ímynda sær, at Hákun kundu havt útinnt tað lívsverk í føroyskum politikki, hann varð valdur til, virdur fyri og verður mintur fyri av eftirtíðini.
Tað var ikki lætt at vera í faðirs og móður stað, at vera mat- og húsmóðir tá í tíðini, meðan maðurin var burturstaddur til arbeiðis. Túsundtals føroyskar kon­ur høvdu og nógvar hava hendan leiklut enn  ikki minst í okkara fiski­manna­heimum. Hákun var nógv í Havn í ting- og landstýrisarbeiði í 40- og 50-árunum, tá børnini vóru smá og vuksu til har norðuri. Tá var líka langt millum tingstað í Havn og heimstað í Klaksvík, sum tað í dag er millum útlond og Føroya.
Børnunum, Hjarnari, Tór­móði, Anniku, Maluni, Jógvani, Kristin (fyrru, sum doyði sum barn) og seinnu Kristini, 6 í tali á lívi, untist at vaksa upp við føturnar og í ørmunum á eini blídligari mentamóður. Hjørdis hevði í holdið borið, fekk í fylgju heimanífrá og í førningi frá tí Læraraskúla, sum var grundaður á norrøna siðmenning, fakliga vitan, mentan og mál, eina dýpd og breidd av upplýsing og stórar skattir at oysa av til teirra, sum lurtaðu eftir.
Altíð las hon nógv, dugdi væl at siga frá og man hava lagt í børnini forvitni og ynski eftir at vita meir og at fáa útbúgving.
Væl varð sett við. Djur­husarnir bera orð fyri at halda væl saman. Samanhald gevur styrki. Tað góða, ein leggur í børnini, kemur ofta aftur seinni. Annað ættarlið eftir Hjørdis og Hákun fekk í fult mát kærleika og umsorgan, ið Hjørdis omman sum savningardepil í familjuni gav teimum, og sum Hákun í seinni árum hevði stundir at geva abbabørnunum. Tað tykist, sum eisini triðja ættarliðið javnan kom við teirra for­eldrum út á Skansaveg, har tey bæði gomlu búðu, eftir at børnini vóru vaksin og Hjørdis flutt til Havnar seinna part í 50-árunum.
Í 40- og 50-árunum, ja enntá inni í 60-árini, vóru øðrvísi politiskar arbeiðs­treytir enn í dag. Stór og brádlig umskifti, stutt ímill­­um væl­ferð og ar­móð gjørdu, at tað mangan rísn­aði mill­um flokk­ar og menn, sum gingu høgt upp í dag­­sins stríðs­mál. Hákun var brasin av lyndi, trúfastur móti teim, sum vóru støðuføst í fylking okk­ara. Hesi eru tey, sum ein politikari skal hava serligt tol og hegni til røkja.
Hjørdis man hava verið góður makkari og hollur ljóðbotnur hjá Hákuni at royna sínar hugsanir ímóti. Hon var so kvom og klók. Hon las meir enn tey allarflestu. Tann, sum gekk niðri við Eystaru vág, varnaðist, at á Skansavegi brann ofta ljós til út móti morgni. Tað mundi vera Hjørdis, sum nøktaði sítt vitanarbrell við lesnaði og arbeiddi eftir vanliga niður­faringartíð. Tað var sjáldan ov seint nakað kvøld at ringja til Hákun at tosa um dagsins mál og politiskar tvørleikar. Var hann niður­farin, so fekst tú altíð eitt prát við Hjørdis. Tú visti altíð meir enn áðrenn.
Hjørdis hevði so gott inn­skygni og man hava verið hollur ráðgevi, tá nógv ráddi um hjá Hákuni at taka rættar avgerðir. Hann hevði skalda- og stemningslyndi. Hann hugsaði ofta taktiskt og var kanska í so varin, áðrenn hann tók avgerð. Hjørdis var gløggur eyg­leiðari í stillum og álítandi eyðlýsarin av fólki og hendingum. Tað liggur ofta meiri til kvinnuna enn til okkum menn. Hon hevði síni føstu politisku ýti, stuðlaði sjálvsagt Hákuni politiskt, men fýrdi ikki fyri at mýkja hann við mótsøgn, tá tey vóru ósamd um mál.
Hon hevði  umframt at vera óvanliga væl og klass­iskt lisin  framúr gávur at festa síni jarðbundnu og skilvísu sjónarmið á blað. Var altíð fús við tí góða, væl valda orðinum, tá nógv stóð á í politiskum orðadrátti á tingi og í bløðunum.
Fleiri Kamban-fólk hava framúr viðfødd málslig evni. Hjørdis skrivaði allar sínar greinar og lesarabræv við fagurskrift. Seinasta kurlan líka væl úr hondum greitt sum hin fyrsta. Tolin og miðvís gav hon sær tíð til at argumentera. Legði ofta langar lestrar úr hondum. Verri enn so alt kom á prent. Ofta angraði hon og bað um at bíða. Spell, tí lesarin misti jú ein góðan íblástur tann dagin. Men tá hon lat frætta frá sær alment, lósu fólk altíð við andakt.
Tað kom sjáldan fyri, at hon rættaði í egnum hand­riti, og hon hevði eitt skaldsligt ljóðlag og hóskiligt orðaval til evnið. Málrútman ald­aðu eftir pappírinum. Setningsbygnaðurin var so syntaktiskt og grammatiskt rættur. Javnvágin millum høvuðs- og eykasetningar var so góð. Fá punktum og nógv komma. Tað krevur greiðari hugsan og sterkari intellekt enn stakkerað mál­brúk í sersetningum, sum nú er vanligt og neyðugt fyri at vera lisið.
Í dag hevði ein vitug kvinna sum Hjørdis uttan iva verið á hægri læru­stovni í holt við lestur í bók­mentum, søgu ella siðsøgu, og høvd hevði hon havt til eitt professorat.
Men Hjørdis meistraði sín stíl og fløktist ikki. Brúkti semikolon meistarliga. Máls­ligi musikaliteturin stuðlaði eygum og oyrum lesarans til at fata boðskaðin. Orð og máliskur rullaðu so vakurt og gingu upp í hægri eind av stíli og boðskapi. Ein frøi at lesa so fróða konu. Brúkti orðamyndir og dømi úr bókmentum, søgu og søgn so meistarliga lætt til tann boðskap, hon vildi føra fram. Skemtandi, argandi og speisom, tá hon vildi tað, men ongantíð beisk ella hørð móti teim ella tí, hon talaði at. Hon kom til hjálpar politiskt og et­iskt, tá hon sjálv kendi á sær, at onkrum trongdi til eina hond. Oftast við navni undir. Stund­um ónevnd, men tað, hon skriv­aði, var altíð borð­bært.
Hjørdis var landstýris­mannakona í 8 og okkara first lady, løgmansfrúa, í 4 ár. Tað læt hon tó ikki á sær kenna. Hon var hin sama sum áður og púra ósnobbut. Legði lítið í at føra seg fram alment, hóast hon noyddist viðhvørt. Stuðulsrollan passaði henni betur og fall heilt náttúrlig. Cherchez la femme siga frans­menn. Leitið eftir kvinn­uni (aftan fyri mann­in). Tað var hennara sjálv­valdi lutur. Hon hvíldi væl soleiðis og meistraði hann eisini til fulnar. Tað kendist henni ikki sum nakað off­ur. Tvørturímóti treivst hon væl millum vinir sín­ar, bøkurnar og lesnað ann­ars. Hennara lívsvirði vóru nevniliga heilt onnur enn hjá karrierukvinnum í dag, sum okkara samfelag tó nýtur so nógv gagn av, nú hús, heim og børn við nútíðar tøkni, útbúgving, hent- og møguleikum hava latið upp fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum uttan fyri heimið.
Hjørdis gjørdi lítlan háva úr sær sjálvari. Dámdi væl eitt prát um evni, sum kravdu lisna vitan og íborið vit. Stillfør gekk hon um gøtur, vitjaði síni næstu og vinir og gjørdi sínar skyld­ur  helst til størri gagn fyri hjúnafelaga, børn, eftir­komarar og harvið umvegis fyri land og fólk, sum hon kendi og skilti so væl. Føroyar høvdu neyva­n átt tann Hákun, vit virðis­mettu, enn um hon hevði gjørt meir burtur úr sær sjálvari og meiri framsøkið fylgt sínum persónligu áhugamálum.
Vit, sum kendu Hjørdis og høvdu ta gleði at eiga hana sum vinfólk so langt æviskeið, sum henni varð tilmált, eru ríkari av tí. Tað gav at býta, tá hon í Útvarpinum fyri fáum arum síðani leiddi okkum lurtarar eina seinastu heiðursrundu gjøgnum okkara kæra heim­stað, gomlu Havnina.
Tað kendist á sín hátt enntá fløvandi og minnisvekjandi at fylgja henni til moldar undir liðini á manni hennara og vinmanni okkara, Hák­­uni, hendan vakra summ­ardagin. Har liggja eisini tvíburðarnir Kristin (fyrra, ið doyði bert eitt ára gomul) og Jógvan sonurin, sum lat lív av vanlukku á skipi í bestu árum.
Vit eru øll partur av okkara samtíð. Hjørdis eyðvitað eisini av sínari. Nú eru ikki so nógv eftir av hennara ættarliði og hugburði, og lítla land okkara er ein stór­an persónleika og eina megnar mentakvinnu fátækari, nú hon er farin. Mest sakna hennara næstu mammu, vermóðir, ommu og langommu. Soleiðis skal tað vera. Tit hava okkara samkenslu.
Friður veri við minninum um vituga, vitandi og blíd­liga fróðarfólkið, Hjørdis Djurhuus.

Óli