Hjørdis Háberg 90 ár

Mánadagin 13. november fyllir Hjørdis Háberg 90 ár. Hóast tey flestu kenna Hjørdis sum havnarkonu, búði hon síni fyrstu ár á Tvøroyri, har hon er fødd 13. november 1916.

Foreldrini vóru Elisabeth, ættað úr Lopra, og Jógvan Næssaa, ættaður av Nesi í Eysturoy.
 
Hjørdis var yngst av fýra systrum. Elst var Fía, sum var gift við Jens Christian Christiansen (Kissa) handilsmanni í Havn, Edith, sum var gift við Suna Traber lærara í Vestmanna, og Rikka, sum var ógift og búði í Havn.
 
Familjan búði á Tvøroyri til 1919, tá tey fluttu til Havnar at búgva. Pápin sigldi sum hovmeistari við Smirli.
 
Hjørdis giftist við Petur W. Háberg úr Havn. Petur var sonur Pola Joensen, skómakara, og Mallu, f. Petersen, í Havn.
 
Petur var ein fjøltáttaður maður sum royndi nógv ymiskt á síni yrkisleið. Hann skrivaði, yrkti, og týddi nógv, bæði á andaliga og tímiliga økinum, umframt at hann var ein góður talari. Hjørdis var honum ein sera góður stuðul. Petur doyði í 1984, 70 ára gamal.
 
Hjørdis og Petur fingu seks børn: Beinta, Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan.
Ommubørnini er 20 í tali og langommubørnini eru 12.
 
Hóast høgi aldurin er farin at merkja Hjørdis, er minnið púra klárt, og hon er væl fyri mentalt.
 
Eftir at hava búð mong ár í Havn, fluttu Hjørdis og Petur út á Argir í 1978. Har hevur Hjørdis búð higartil, men hon flytur skjótt á Ellisheimið í Havn.
 
Føðingardagurin hjá Hjørdis verður hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia, tá bókin 
“Minnisbrot”, sum Forlagið Leirkerið í Gøtu gevur út, verður løgd fram. Bókin er
er skrivað úr tilfari, sum Hjørdis hevur skrivað um sítt egna lív, frá tí hon var smágenta til í dag.