Hjá tínari rósu gert tú mun

Teir 20 næmingarnir, sum nú hava fingið prógv á Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri, hava sanniliga stríðst fyri sakini. Hetta eru fyrstu heilsuhjálpararnir, sum hava fingið útbúgving í Føroyum

 

? Hjá tínari rósu gert tú mun.

Við hesari heilsanini frá skúlanum, fingu teir fyrstu heilsuhjálpararnir á Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri, prógv síni handaði í gjár.

Og heilsanin frá skúlanum skal sjálvandi skiljast so, at rósan eru tey viðskiftafólk, sum hvør einstakur heilsuhjálpari fær, nú tær nú eftir lokna útbúgving fara aftur hvør í sitt herðashorn at vera heimahjálp.

Hetta var av sonnum ein søguligur dagur í føroyskari skúlasøgu og føroyskari heilsurøktarsøgu, tí hetta eru teir fyrstu heilsuhjálpararnir, sum fáa útbúgving í Føroyum.

Teir 20 næmingarnir fóru undir útbúgvingina í mai, tá ið skúlin, eftir mikið rumbul, læt upp á Tvøroyri.

Hetta eru alt konur, ið hava verið heimahjálp í nøkur ár. Og av tí, at tær hava drúgvar royndir, fáa tær tað mesta av starvsvenjingini eftirgivið og tað styttir útbúgvingina niður í 26 vikur. Annars tekur útbúgvingin eitt ár.

? Hetta er nakað spildurnýtt í Føroyum. Og tað er altíð hart at bróta upp úr nýggju. Men sum heild, haldi eg, at tað hevur gingið avbera væl, sigur skúlaleiðarin, Susanne Høgh Olesen.

Í hvussu so her hava provtøkurnar gingið sera væl, tí tær hava fingið 8,9 í miðal.

Tað má sigast at vera frálíkt, tá ið vit hugsa um, at hetta eru tilkomnar konur, og summar av teimum hava ikki sitið á skúlabonki, síðani í teimum døgum, tá ið tað var vanligt at børn á bygd í Føroyum bara gingu í skúla aðruhvørja viku.

? Tær hava stríðst fyri sakini, sigur skúlaleiðarin, tí tær eru ikki vanar at lesa skúlabøkur.

Honsigur, at skúlin hevur havt samstarv við ein sama slag skúla í Bornholm fyri at tryggja, at tað fakliga støðið skuldi vera fult á hædd við tað í hinum norðurlondum.

Somuleiðis hevur skúlin havt ymsar próvdómarar til hvørja próvtøku fyri at fáa eina so fjølbroytta meting av støðuni, sum gjørligt.

? So tað er onki at ivast í, at hetta prógvið er fult á hædd við støðið í hinum Norðurlondunum, sigur skúlaleiðarin á Tvøroyri.


Hátíðarhald í gjár

Á miðdegi í gjár var móttøka og hátíðarhald á skúlanum. Hetta var eftir, at blaðið fór til prentingar, men har var ætlanin, at Óli Holm, landsstýrismaður í skúlamálum skuldi halda røðu. Almanna- og heilsuskúlin er undir somu høvuðsleiðslu sum sjúkrasystraskúlin í Havn og skúlastjórin, Bergljót Ihlen skuldi eisini halda røðu, áðrenn hon handaði teimum nýggju heilsuhjálparunum prógvini.

Frá skúlanum skuldu næmingarnir fáa eina lítla gávu. Tað er bókin um tann lítla prinsin, sum tær fáa við eini reyðari rósu.

?Í mínari fráfaringarheilsu fari eg at lesa tað brotið, har prinsurin hevur sæð ein urtagarð, fullan av rósum og er ógvuliga forharmaður, tí hann helt, at hansara rósa var nakað heilt fyri seg.

?Hjá tykkara rósu gera tit mun, endar Susanne Høgh Olesen.

Í bókini, sum Heilsuhjálpararnir fáa, standa hesi orðini eisini sum ein heilsan til teir, saman við góðynskjum frá lærarunum.

Leiðarin fyri heimarøktini í Suðuroy, Jastrid Nielsen, fer eisini at halda røðu.

Teir nýklaktu heilsuhjálpararnir fara eisini at siga nøkur orð, tey hava eisini yrkt ein sang og fara at skipa fyri øðrum undirhaldi.


Aftur næsta ár

Eitt annar flokkur av heilsuhjálparum er í starvsvenjing í løtuni. Hetta er ein flokkur av næmingum, sum ongar arbeiðsroyndir hava, og sum tí skulu ganga í skúla í eitt ár. Tann flokkurin byrjaði í september og verður liðugur næsta heyst.

Næsta flokkur av heimahjálpum, sum skulu skúlast, byrjar í apríl og so byrjar aftur ein í oktober.

Ætlanin er at hava tveir flokkar av heimahjálparum til skúlingar um árið, fyrri flokkurin skal byrja í apríl og seinni flokkur í oktober. Tað verða 20 næmingarnir í hvørjum flokki.

Ætlanin var eisini útbúgva heilsurøktarar á skúlanum. Hetta er ein útbúgving, sum tekur næstan tvey ár afturat útbúgvingini sum heilsuhjálpari. Men hesa útbúgving er ongin møguleiki at fara undir sum er, tí tað er skúlin ov lítil til.

Ein fortreyt fyri at fara undir tað útbúgvingina, er tí, at nýggjur skúli verður bygdur, sigur Susanne Høgh Olesen.

Hon sigur, at hon fær nógvar fyrispurningar um, nær tann útbúgvingin byrjar, men tað fær hon onki sagt um.

Umframt Susanne Høgh Olesen, eru tveir lærarir á skúlanum, Kostráðgevarin, Beinta Mohr Leo, úr Vági og fysioterapeuturin, Jórun Petersen, av Tvøroyri.



FLOKSMYND



Hetta er ein søgulig mynd: eir fyrstu heilsuhjálpararnir, sum hava fingið útbúgving í Føroyum. Aftast frá vinstru eru tey: Susanne Høgh Olesen, skúlaleiðari, Sigrun Magnussen, Runavík, Arndis Nicolajsen, Skopun, Sonja Hammer, Syðrugøta, Sólrun Lisberg, Sumba, Anna Múller, Kvívík, Kerstin Jacobsen, Klaksvík, Erna Hovgaard, Tórshavn, Eydna Johansen, Sandavágur, Johanna Fløtt, Eiði og Helena Berthelsen, Strendur og í svartari blusu, Jórun Petersen, lærari

Sitandi frá vinstru: Hildigarð Djurhuus, Fuglafjørður, Tonny Jacobsen, Tórshavn, Hildigarð Jacobsen, Tvøroyri, Selma Gullaksen, Klaksvík, og Aleth Blåsvær, Tórshavn.

Húkandi frá vinstru: Jørghild Eið, Vágur, Súsanna Nolsøe, Dalur, Judith Árnastein, Hoyvík, Gurli, Høgnesen, Vestmanna, Judith Árnastein, Klaksvík og Beinta Mohr Leo, lærari