Hjalgrím aftur í Aston Villa

KÍ álopsmaðurin skal venja í Onglandi í hesi vikuni, og leygardagin skal hann til próvtøku í Birmingham

YRKISLSLEIÐIN

Hjalgrím Elttør úr KÍ hevur eina spennandi viku frammanfyri sær. Fyrrapartin í gjár fór hann til Onglands. Í morgun skal hann venja fyrstu ferð við Aston Villa. Har skal hann vera alla vikuna. Flestu dagarnar skal hann venja tvær ferðir. Leygardagin skal hann spæla við U?19 liðnum hjá teimum. Eftir tann dystin kemur hann aftur til Føroya, og so skal hann geva tol og bíða eftir, hvat teir í Aston Villa fara at siga.
Vit loftaðu Hjalgrími á flogvøllinum fyrrapartin í gjár, meðan hann bíðaði eftir at fara í flogfarið:
? Hetta er sera spennandi. Ætlanin var, at eg skuldi fara avstað í síðstu viku, men KÍ vildi hava, at eg spældi við ímóti HB. Tíverri gekk tað ikki so væl. Nú verði eg ikki við ímóti B68. Tað harmist eg um, men í vikuni, sum stendur fyri framman, kann eg ikki hugsa so nógv um hatta. Nú ræður um at gera sítt besta, hava sjálvsálit og vóna, at tað fer at ganga væl, heldur ungi maðurin,.
Hjalgrím hevur ongantíð dult, at hann droymir um at gerast fulltíðar yrkisspælari uttanlands. Evnini eru góð, og venjingarstøðan er fín. Fyri einum lítlum mánað síðani var Hjalgrím í Aston Villa, og tað gekk væl.
? Tað var eftir venjingarleguna hjá landsliðnum á Kypros, at teir í Aston Villa settu seg í samband við okkum. Tá eg hevði verið har niðri, søgdu teir seg vera væl nøgdar við tað, sum teir høvdu sæð. Ætlanin var, at eg skuldi koma niður aftur hagar eina ferð í summar. Nú er hetta so framskundað. Tað kundi sæð út sum eitt gott tekin, men eg veit ikki rættuliga. Nú fáa vit at síggja.
Verður tú sáttmálabundin, tá tú kemur aftur til Føroya sunnudagin?
? Nei, tað rokni eg ikki við. Um teir eru áhugaðir, so mugu vit tosa um tingini, og so skal KÍ eisini upp í spælið. Í hasari verðini ræður um at vera kaldur og hugsa seg væl um, men tað er eisini neyðugt at vita, nær tað skal skrivast undir, um møguleikin verður har, sigur Hjalgrím Elttør, sum ? hóast sín unga aldur ? longu tykist hava innlit í, hvussu spælireglurnar eru í stóra fótbóltsheiminum.