Hjalgrím Elttør: Gott at vinna aftur

Í dag koppaði tað rætta vegin hjá Hjalgrími Elttør og liðfeløgum hansara í KÌ. Annars hevur gongdin verið tann seinastu dystirnar, at KÌ hevur fingið sær eina greiða oddastøðu, men hevur síðani mist sigurin úr hondunum. Tað hendi fyrst ímóti ÍF í Fuglafirði, og tað hendi aftur ímóti HB í Klaksvík flaggdagin.

 

Í dag kom KÍ aftur á odda 2-0 ímóti 07Vestur, men útiliðið megnaði at javna til 2-2, men hesaferð megnaði KÍ at venda gongdini til sín fyrimun, og teir vunnu at enda ein sannførandi 5-2 sigur.

 

Liðformaðurin hjá KÌ, Hjalgrím Elttør var fegin um, at teir megnaðu at venda dystinum hesaferð, tá enn ein trygg leiðsla bleiv innheintað.

 

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið, sum Rás2 gjørdi við Hjalgrím Elttør fyrr í dag.