Hjalgrím takkaði fyri álitið

Føroyingarnir áttu øll trý málini, tá ið Fremad Amager á heimavølli legði sjógv millum seg og niðurflytingina

DANMARK 1. DEILD

Tað er gott lag í føroysku leguni í Fremad Amager. Undan síðsta umfarinum í hesum kappingarárinum, sum verður spælt næsta vikuskifti, hevur felagið hjá Jann Inga Petersen, Hjalgrími Elttør og Andrew av Fløtum væl og virðiliga tryggjað sær enn eitt kappingarár í næstbestu deildini, sum teir fluttu upp í fyri einum ári síðani.
Og við føroysku eygum er tað hugaligt at staðfesta, at tá ið Fremad Amager sunnudagin á heimavølli vann 3-1 á Nykøbing Falster Alliancen, vóru allir tríggir føroyingarnir á vøllinum allar 90 minuttirnar, og teir skoraðu øll trý Fremad málini. Andrew av Fløtum, sum var annar av álopsmonnunum, javnaði til 1-1, tá ið 2. hálvleikur var eitt korter gamalur. Málið fekk hann eftir innlegg úr vinstru og tríggjar ferðir aftur og fram. Síðsta korterið skoraði Hjalgrím Elttør tvær ferðir. Hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði á besta liðnum hjá Fremad Amager.
- Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður, og tað hevur ikki altíð verið so hugaligt. Viðhvørt havi eg verið á liðnum, viðhvørt havi eg verið á beinkinum, og eitt skifti var eg als ikki í 1. liðs hópinum. Men nú hevur tað gingið rætta vegin. Venjarin hevur víst mær álit, eg havi verið millum teir fyrstu ellivu tær seinastu 5-6 ferðirnar, og so var tað sjálvandi hugaligt at skjóta mál aftur, sigur Hjalgrím Elttør úr Keypmannahavn.
Føroysku spælararnir hava spælt nógv á U 21 liðnum hjá Fremad Amager. Tað skulu teir eisini í dag, tá ið teir skulu spæla finalu ímóti Greve. Tann dysturin verður spældur í Greve.
Sunnudagin var Jann Ingi Petersen sentralur á miðvøllinum, meðan Hjalgrím Elttør var uttastur í høgra borði á miðvøllinum.
- Ein hjá mótstøðuliðnum fekk seinna gula kortið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Eftir tað høvdu vit tak á tí. Í 77. minutti fekk eg fyrra málið. Tað kom eftir uppspæl í vinstru. Spælarin kom í brotsteigin og legði flatt innfyri. Eg kom inn frá høgru og setti innaru síðuna á, og sjálvandi var tað hugaligt at síggja bóltin fara upp í nettakið. Í 87. minutti gjørdist tað 3-1. Aftur ta ferðina varð lagt innfyri úr vinstr. Sendingin var í luftini. Eg rann skrátt inneftir og tamdi bóltinum framvið mótstøðumanninum, áðrenn eg sendi hann í málið, greiðir Hjalgrím Elttør frá, tá ið vit fregnast um sigurin og fyrstu málini, sum hann hevur skorað á besta liðnum hjá Fremad Amager.
- Málið hjá felagnum var at varðveita plássið í deildini. Tað hevur eydnast, og nú tað er eitt umfar eftir eru góðir møguleikar fyri, at vit fara at enda á tíggjunda plássinum, sigur Hjalgrím Elttør. Fremad Amager fer í summarfrí, tá ið dystirnir næsta vikuskifti eru spældir. Farið verður undir fyrirekingarnar til nýggja kappingarárið 6. juli, og tað er greitt, at eingir av føroysku spælarunum fara at spæla við føroyskum liðum undan summarsteðginum. Tað hevur felagið hjá teimum sagt neit til.

Horsens dumpaði
Sunnudagin varð tað greitt, at Silkeborg og Randers næsta kappingarár skulu spæla í superliguni, har jysku feløgini skulu loysa høvuðsstaðarfeløgini AB og Frem av. Silkeborg vann 3-0 í Haderslev ímóti Sønderjyske, og Randers vann 4-2 í Brønshøj.
At tað longu sunnudagin varð greitt, at Randers verður seinni uppflytarin, komst av, at Johan Byrial Hansen og Horsens rudduliga dumpaðu seg sjálvar. Teir høvdu vitjan av langt síðani niðurflutta B1913, sum vann 4-2!
Vejle tapti 1-0 í Keypmannahavn ímóti B93, sum harvið bjargaði sær. Tað eru góðir møguleikar fyri, at Vejle eisini fær eitt ár afturat í 1. deild. Umframt B1913 er FC Aarhus flutt niður, og Brønshøj tapið ímóti Randers ber við sær, at Brønshøj eftir øllum at døma eisini fer at flyta niður.
K?ge vann 5-1 á heimavølli ímóti Fredericia, og Skjold vann 2-1 á útivølli ímóti Ølstykke.