Hjálpin til tey fátæku skal sparast aftur onkra aðrastaðni

Tiltøkini hjá landsstýrinum mugu ikki elva til enn størri príshækkingar, siga arbeiðsgevararnir

Sum vit hava nevnt fleiri ferðir, ætlar landsstýrið at lata fólki við lágum inntøkum eina fíggjarliga hjálp fyri at gera tað lættari hjá teimum at hóra undan, nú nógvir prísir eru so nógv hækkaðir. Hjálpin kann vera 7.000 krónur. Talan er um eitt eingangsgjald og hon er markað til at keypa olju fyri.

 

Tað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag nú sagt sína hugsan um, og tey hava einki ímóti, at ein slíkur stuðul verður latin. Men arbeiðsgevararnir leggja dent á, at stuðulin má vera útreiðsluneutralur fyri landskassan. Tað merkir, at tann upphæddin, stuðulin kostar, má sparast aftur onkra aðrastaðni. Tey siga, at annars verður enn størri trýst lagt á prísvøksturin í samfelagnum.

 

Sum heild heldur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, at vit skulu hava eina einfalda skattaskipan, sum ger okkum kappingarfør við onnur lond. Tí mæla tey til, at øll skattaskipanin verður løgd um so líðandi. Tað merkir, at tann vanligi skatturin skal vera lágur, og allir frádráttir til fiskimenn, tey, sum arbeiða uttanlands, o.s.fr, skulu takast av. Ístaðin skal landið seta fleiri avgjøld á - og eisini tænastugjøld og brúkaragjøld á ymsar tænastur.