Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett Sean Curran sum stjóra í Secret Service, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá forsetanum.
Hetta skrivar hann sjálvur á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Curran var millum agentarnar kring Trump, tá hann var fyri eini morðroynd í Butler í Pennsylvania í juli í fjør.
- Hann vísti sítt óttaleysa dirvi, tá hann setti sítt egna lív í váða fyri at hjálpa til við at bjarga mínum.
- Eg havi fullkomiligt og fullkomið álit á, at Sean (Curran, red.) kann gera Secret Service í USA sterkari enn nakrantíð áður, skrivar Trump.
Undir stevnuni, sum var 13. juli, varð Trump raktur av einum byrsuskoti í oyrað, meðan ein persónur millum áhoyrararnar doyði og tveir afturat fingu skaða, tá ein maður skeyt móti Trump av ein tekju.
Trump datt niður, tók í oyrað og bukkaði seg niður aftan fyri pallin, meðan umboð hjá Secret Service - eisini Sean Curran - drógu hann niður fyri at fáa hann í dekning.
Tann, sum skeyt - 20 ára gamli Thomas Crooks - varð dripin av Secret Service fáar minuttir seinni.
Tíggju dagar seinni legði stjórin í loynitænastuni, Kimberly Cheatle, frá sær, eftir at hon hevði fingið harðar atfinningar fyri ikki at hava forðað gerningsmanninum í at særa Trump.
Eitt óheft nevnd kannaði síðani Secret Service og kom við lemjandi atfinningum um, at tænastan ikki hevði megnað at tryggja bygningin, sum skotini vórðu latin frá.
Metingin var, at tørvur var á umfatandi broytingum í trygdartænastuni.
Hóast oyrað á Trump var rakt, slapp hann annars óskaddur undan drápsroyndini.
Curran byrjaði sína yrkisleið í Secret Service í 2001 sum serligur umboðsmaður í New Jersey, har hann hevði ábyrgdina av verju, fregnartænastu, kanningum, rekruttering og logistiskum stuðli til Newark-økið, sigur Trump í uppslagnum.
Hann kemur í staðin fyri Ron Rowe, sum hevur verið virkandi leikstjóri síðani juli.
/Ritzau/