Hjartafelagið valdi nýggja nevnd í gjár

Lýsti aðalundurin hjá Hjartafelagnum var 18. mars, og eftir at fundurin hevði viðgjørt ymsu punktini á skránni, vórðu hesi vald at umboða nevndina komandi árið:

 

  • Eyðna Joensen, forkvinna
  • Amy Ljósheim, næstforkvinna
  • Fríðálvur A. Jensen, skrivari
  • Páll Hammer, nevndarlimur
  • Jacobina Kristiansen, nevndarlimur (ikki á myndini)

 

Tiltakslimir

 

  • Sigga Durhuus
  • Tórur Jørgensen

 

Framløga við Valborg Heinesen, hjartalækna

Eftir at øll punktini vóru avgreidd legði Valborg fram eina sera góða og væl uppsetta framløgu, har vit øll fingu gott innlit í arbeiðið hjá teimum á hjartadeildini og hvat vit øll onnur skulu hava fyri eygað, tá hugsað verður um góða hjartaheilsu og annað.

Ynskt verður Tóra Jørgensen vælkomnan í nevndina og takka Ingibjørg Egholm fyri hennara góða arbeiði í nevndini!

Í frágreiðingini nevndi Eyðna Joensen, forkvinna, at vit fara at stremba eftir teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri, og at vit eisini fara at fáa fund í lag, tá nýtt landsstýrisfólk er sett fyri heilsumál. 

Vit kundu hugsað okkum, at fleiri høvdu møtt, men ein góður og gevandi fundur, skrivar Hjartafelagið í tíðindaskrivi.