AFP-tíðindastovan veit at siga, at Iran aftur í dag hóttir við at leypa á og oyðilegga orkustøðir í grannalondunum, um lopið verður á iranska olju-og gassframleiðslu.
Mikudagin bumbaði Ísrael ein iranska støð, sum framleiðir jarðgass, og Iran svaraði aftur við at leypa á olju-og gassøkir í londum, sum USA samstarvar við í Miðeystri.
Álopini á støðir, sum framleiða gass og olju, hava elvt til, at altjóða marknaðarprísirnir á olju og gassi er nógv øktir seinastu tíðina, og stúrt verður fyri fleiri hækkingum.
Eftir ísraelska álopið á iranska gassøkið South Pars í Persaraflógvanum í gjár, ávaraði Iran um nýggj álop á olju-og gassídnaðin í grannalondunum.
Og Iran gjørdi eisini álvara av sínum hóttanum.
Lopið varð á størsta gassanlegg í Katar, sum liggur í ídnaðarbýnum, Ras Laffan. Verjumálaráðið í Katar segði, at ein av fýra rakettum rakti gassøkið.
Seint í gjárkvøldið frættist eisini, at Iran leyp á gassanleggið Habshan í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Myndugleikarnir í Abu Dhabi váttaðu tíðindini, sum Reuters endurgav. Rakettin úr Iran varð skotin niður, men vrakleivdir raktu bæði gassanlegg og oljuøki.










