Hjartafelagið mótmælir nú eisini ætlaðu broytingini hjá landsstýrinum, sum fer at gera tað dýrari hjá fólki, sum taka heilivág. Felagið vendir sær til landsstýriskvinnuna í heilsumálum við mótmælinum.
- Hjartafelagið frámælir staðiliga landsstýrinum at gjøgnumføra ætlaðu broytingina í løgtingslóg um almenna heilsutrygd. Vit meta tað vera serstakliga óheppið at gjøgnumføra so ógvusligar príshækkingar á lívsneyðugum heilivági í eini tíð, har fólk frammanundan eru sperd av príshækkingum á gerandisvørum og orku.
Hjartafelagið stúrir fyri, at ætlaða hækkingin í prísunum kann fara at gera, at fólk antin fara at skamta heilivág sjálvi ella heilt at velja heilivágin frá - við lívshættisligum fylgjum.
- Í besta føri verður gerandisdagurin enn meira skerdur, enn hann longu er, og í ringasta føri fara vit at síggja eina øking í sjúkutilburðum.
Felagið vísir á, at príshækkingin hjá samgonguni er ætlað sum sparing fyri Heilsutrygd, men hetta er løtuvinningur, sum í síðsta enda kann hugsast at blíva nógv dýrari fyri samfelagið.
- At hækka egingjaldið við 100% úr 500 krónum upp í 1.000 krónur, áðrenn íkast hjá Heilsutrygd tekur við, og harafturat at hækka markið fyri, nær Heilsutrygd veitir 100% ískoyti úr 2.700 krónum upp í 8.000 krónur, er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki við sjúku.
Hjartafelagið stúrir fyri avleiðingunum av broytingunum og mælir landsstýriskvinnuni í Heilsumálum staðiliga til at taka uppskotið aftur.