Mikudagurin verður ein stórur HM-fjórðingsfinaludagur í manshondbólti.
Við norðurlendskum eygum verður spennandi at síggja um øll trý norðurlondini, Svøríki, Danmark og Noreg kunnu vinna seg í hálvfinaluna.
Her er skráin fyri fjórðingsfinalurnar:
Danmark–Ungarn (Stockholm) Klokkan 17.
Svøríki–Egyptaland (Stockholm) Klokkan 19.30
Spania–Noreg (Gdansk) Klokkan 17
Frakland–Týskland (Gdansk) Klokkan 19.30
Hálvfinalurnar vera leiktar fríggjadagin, og finalan verður leikt í Stockholm sunnukvøldið klokkan 19.30.