HM er púra opið

Við einum sigri í formil 1 koyringini á Sakhir breytini í Barein, legði Felipe Massa seg veruliga upp í oddastríðið í formil 1. Við trimum koyringum farnum hava 3 bilførarar 22 stig

Felipe Massa vann koyringina uttan nakrantíð at vera undir trýsti, hann byrjaði í fremstu byrjunarstøðu og helt støðuna frammanfyri Lewis Hamilton í McLaren Mercedes. Í øðrum svingi fór Fernando Alonso í hinum McLaren bilinum framvið Ferrari biinum hjá Kimi Räikkönen. Hann megnaði tó ikki at halda støðuna, og eftir 21 umfør hevði eisini Nick Heidfeld í BMW lagt heimsmeistaran afturum seg.

Hóast nakað av trýsti var móti endanum hendu ikki fleiri broytingar millum fremstu bilarnar, og úrslitið er, at nú er HM púra opið.

Nr.NavnLiðStig
1Felipe MassaFerrari10
2Lewis HamiltonMcLaren-Mercedes8
3Kimi RäikkönenFerrari6
4Nick HeidfeldBMW5
5Fernando AlonsoMcLaren-Mercedes4
6Robert KubicaBMW3
7Jarno TrulliToyota2
8Giancarlo FisichellaRenault1
9Heikki KovalainenRenault
10Nico RosbergWilliams-Toyota
11Alexander WurzWilliams-Toyota
12Ralf SchumacherToyota
13Rubens BarrichelloHonda
14Christijan AlbersSpyker-Ferrari
15Adrian SutilSpyker-Ferrari

Givnir

- Anthony Davidson Super Aguri-Honda
- Mark Webber Red Bull-Renault
- Scott Speed STR-Ferrari
- Takuma Sato Super Aguri-Honda
- David Coulthard Red Bull-Renault
- Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari
- Jenson Button Honda