Í innleiðandi bólkinum hjá Lionel Messi og liðfeløgunum í Inter Miami í HM-endaspælinum fyri felagslið í USA, bólki A var ein dystur leiktur í nátt føroyska tíð.
Brasilska Palmeiras og portugisiska Porto leiktu eisini málleysan javnleik á Metlife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Palmeiras hevði væl fleiri málmøguleikar, so Porto slapp væl við javnleiki.
Inter Miami, Palmeiras, Al-Ahly og Porto hava øll eitt stig hvør og málmunin 0-0.
Mikudagin klokkan 17 spæla Palmeiras og Al-Ahly, og sama kvøld klokkan 20 spæla Porto og Inter Miami.
Í bólkinum hjá PSG, bólki B eydnaðist tað brasilska, Botafogo at vinna 2-1 á amerikanska liðnum, Seattle Sounders á Lumen Field vøllinum í Seattle.
PSG og Botafogo hava trý stig hvør. Seattle Sounders og Atletico Madrid hava einki stig.
Mikukvøldið klokkan 23 føroyska tíð hittast Atletico Madrid og Seattle Sounders, har trýst er á bæði liðini at vinna dystin. Tríggjar tímar seinni - á náttartíð - klokkan tvey spæla PSG og Botafogo.
Botafogo-Seattle Sounders 2-1 (2-0)
1-0 Jair ('28)
2-0 Igor Jesus ('44)
2-1 Cristian Roldan ('75)
Palmeiras-Porto 0-0