HM hondbóltur: Danmark hølvaði Týskland av

Heldur ikki Týskland stóð donsku hondbólskvinnunum kurl HM í Spania

 

Donsku hondbóltskvinnurnar kundu saktans fegnast eftir at hava eyðmýkt týsku kappingarneytarnar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark vann 32-16 á Týsklandi í seinasta dystinum í millumspæli í heimsmeistarakappingini í hondbólti fyri kvinnur, sum eru í Spania í hesum døgum.

 

Donsku spælararnir høvdu roknað at verða trýstar av einum liði, sum hevði vunnið sínar fimm dystir í kappingini higartil. Men týskararnir fingu harðan umgang alt fyri eitt.

 

– At vit vinna so stórt kom óvart á okkum. Men vit hava øgiligt sjálvsálit, og tað skínir ígjøgnum á vøllinum, sigur Mie Højlund.

 

Serliga verjan hjá dønum var trupul fyri týskararnar. Og Althea Reinhardt fekk enn einaferð høvi at vísa sínar dygdir í málinum við einum bjargingarprosenti upp á 62.

 

– Eg brokki meg als ikki. Verjan arbeiddi hart og gav mær góðar arbeiðstreytir. Tað gjørdi arbeiðið hjá mær lættari í málinum.

 

– Eg vóni, at vit hava givið eini boð um, at vit koyra á av fullum alvi og eru kropsliga sterkar. Tað tær møta okkum, so svíður tað, sigur Althea Reinhardt.

 

Danmark skal nú møta Brasilia í fjórðingsfinaluni. Og eftir seks sigrar við stórum málmuni eru donskur spælararnir ringir at basa.

 

Men tað er eingin vandi fyri, at spælararnir verða ov stórlátaðir og fara at slaka upp á spælið, vissar Mie Højlund.

 

– Líka frá vøllinum, og til vit sita í bussinum á veg heim, eru armarnir oman fyri høvdið.

 

– Men so fara vit at hugsa um at koma fyri okkum aftur og at at sova. Tí vit vita ikki, hvussu vit standa í mun til mótstøðuliðini, og vit halda okkum ongantíð hava vunnið frammanundan, sigur playmakarin.

 

Fjórðingsfinalan ímóti Brasilia verður spæld týskvøldið.

 

/ritzau/

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Donsku hondbóltskvinnurnar kundu saktans fegnast eftir at hava eyðmýkt týsku kappingarneytarnar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix