HM: Japan svaraði tvær ferðir aftur og fekk javnleik

Niðurlond og Japan leiktu fyrsta dystin í innleiðandi HM-bólki F

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Niðurlond og Japan spældu í kvøld fyrsta dystin í innleiðandi HM-bólki F á AT&T leikvøllinum í Arlington í Texas.

 

Aftaná ein hálvkeðiligan fyrra hálvleik við ongum málum, so gjørdist seinni hálvleikur sera undirhaldandi, har Niðurlond á tveimum sinnum løgdu seg á odda, og í báðum førum svaraði Japan aftur, og tryggjaði sær javnleik 2-2 og harvið eitt stig. 

 

Seinni hálvleikur var seks minuttir gamal, tá Ryan Gravenberch við einari góðari sending van Virgil van Dijk, sum staddur í brotsteiginum sendi bóltin framvið málverjanum, og í netið til 1-0. Tað gingu bert seks minuttir, tá Takefusa Kubo fann Keito Nakamura, ið við einum góðum skoti snýtti niðurlendska málverjan, og so var støðan 1-1. Tað gingu bert sjey minuttir, so hevði Crysencio Summerville lagt Niðurlond á odda 2-1 við einum væl plasseraðum skoti. Best sum fólk væntaðu ein tepran niðurlendskan sigur, so svaraði Japan aftur í 89. minutti. Daichi Kamada stútaði bóltin í netið aftaná hornaspark.

 

Niðurlond-Japan 2-2 (0-0)

1-0 Virgil van Dijk ('51 )

1-1 Keito Nakamura ('57 )

2-1 Crysencio Summerville ('64 )

2-2 Daichi Kamada ('89 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Í nátt klokkan trý spæla hini bæði liðini í bólki F, Svøríki og Tunesia á Estadio BBVA leikvøllinum í Monterrey í Meksiko. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix