Týskland fekk eina løtu at hugsa seg um í fyrra hálvleiki, men vann at enda sannførandi 7-1 á Curacao. Kai Havertz skoraði tvey mál. (Mynd: Lars Baron/Ritzau Scanpix)

Týskland vann stórsigur á VM-debutantinum Curacao

Týskland fekk eina góða byrjan upp á heimsmeistarakappingina í fótbólti, tá liðið í kvøld vann sannførandi 7-1 á Curacao.

Týskland fekk eina løtu at hugsa seg um í fyrra hálvleiki, men vann at enda sannførandi 7-1 á Curacao. Kai Havertz skoraði tvey mál. (Mynd: Lars Baron/Ritzau Scanpix)

Talan var um fyrsta dystin nakrantíð hjá Curacao í einum HM-endaspæli, og hóast lítla oyggjatjóðin úr Karibiska havinum tapti greitt, eydnaðist teimum at skriva søgu við einum máli.

Týskland legði seg á odda longu eftir seks minuttir við máli frá Felix Nmecha. Men eftir 21 minuttir kom stóra løtan hjá Curacao, tá Livano Comenencia javnaði til 1-1 við einum framúr langskoti, sum sendi fjeppararnar hjá teimum 150.000 íbúgvunum í ekstasu.

Týskland hevði tó greiða yvirvág og svaraði aftur undan steðginum. Nico Schlotterbeck skoraði til 2-1 eftir hornaspark, og Kai Havertz økti til 3-1 upp á brotsspark í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki hevði týska liðið fullkomið tamarhald á dystinum. Jamal Musiala økti til 4-1, Nathaniel Brown gjørdi tað til 5-1, Deniz Undav skoraði til 6-1, og Kai Havertz staðfesti stórsigurin við sínum øðrum máli til 7-1.

Við sigrinum hevur Týskland fingið eina flúgvandi byrjan í bólkinum og er væl á veg móti víðari luttøku í kappingini.

Curacao eigur framvegis møguleika at vinna seg víðari, tá liðið skal spæla móti Ecuador og Fílabeinsstrondini í teimum báðum seinastu bólkadystunum.

 

Týskland-Curacao 7-1 (3-1)

1-0 Felix Nmecha ('6 )

1-1 Livano Comenencia ('21 )

2-1 Nico Schlotterbeck ('38 )

3-1 Kai Havertz, br. ('45+4)

4-1 Jamal Musiala ('47 )

5-1 Nathaniel Brown ('68 )

6-1 Deniz Undav ('78 )

7-1 Kai Havertz ('88 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

##med2##

 

Týskland fekk eina løtu at hugsa seg um í fyrra hálvleiki, men vann at enda sannførandi 7-1 á Curacao. Kai Havertz skoraði tvey mál. (Mynd: Lars Baron/Ritzau Scanpix)

Livano Comenencia skoraði søguliga fyrsta HM-málið hjá Curacao, tá oyggjatjóðin hevði sína fyrstu framførslu í einum HM-endaspæli. (Mynd: Paul Ellis/Ritzau Scanpix)