HM: Noreg og Danmark víðari til millumumfarið við fullum stigatali

Noreg vann tepran sigur á Niðurlondum, og Danmark vann stórsigur á Bahrain

Øll fýra norðurlondini eru trygt víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Noreg og Danmark syrgdu í kvøld fyri, at tey fara víðari til millumumfarið við fullum stigatali. 

 

Noreg vann harðvunnan sigur á Niðurlondum í oddauppgerðini í bólki F, og Danmark vann stórsigur á Bahrain í bólki H.

 

Bólkur F: 

 

Niðurlond – Noreg 26-27 (17-13)

 

Niðurlond : Kay Smits 7, Samir Benghanem 6, Luc Steins 5, Jeffrey Boomhouwer 3, Niels Versteijnen 2, Ivar Stavast 1, Bobby Schagen 1, Dani Baijens 1.

 

Noreg : Sander Sagosen 7, Gøran Johannessen 4, Sebastian Barthold 4, Kevin Maagero Gulliksen 3, Christian O`Sullivan 2, Magnus Abelvik Rod 2, Petter Overby 2, Harald Reinkind 2, Magnus Gullerud 1.

 

Norðurmakedonia – Argentina 26-35 (11-18)

 

Norðurmakedonia : Filip Taleski 5, Filip Kuzmanovski 4, Zharko Peshevski 4, Dejan Manaskov 2, Martin Serafimov 2, Igor Gjorgiev 2, Nenad Kosteski 2, Goce Georgievski 1, Ivan Djonov 1, Marko Stojkovikj 1, Pavle Atanasijevikj 1, Kostadin Petrov 1.

 

Noreg vinnur bólkin við seks stigum, Niðurlond hava fýra stig, Argentina hevur tvey stig, og Norðurmakedonia endar aftast við ongum stigi. Noreg tekur fýra stig við sær í Millumbólk 3, Niðurlond taka tvey stig við sær, og Argentina tekur einki stig við sær í millumbólk 3.

 

Bólkur H: 

 

Tunesia – Danmark 21-34 (14-19)

 

Tunesia : Mohamed Darmoul 6, Hazem Bacha 4, Oussama Boughanmi 3, Youssef Maaref 3, Jihed Jaballah 2, Tarak Jallouz 1, Issam Rzig 1, Anouar Ben Abdallah 1.

 

Danmark : Mathias Gidsel 8, Mikkel Hansen 6, Emil M. Jakobsen 5, Magnus Saugstrup 3, Michael Damgaard Nielsen 3, Simon Bogetoft Pytlick 3, Jacob Tandrup Holm 3, Johan á Plógv Hansen 2, Simon Hald Jensen 1.

 

Belgia – Bahrain 28-30 (12-15)

 

Belgia : Raphael Kotters 8, Arber Qerimi 5, Tom Robyns 4, Nick Braun 3, Bartosz Kedziora 2, Kobe Serras 1, Serge Spooren 1, Simon Ooms 1, Yannick Glorieux 1, Yves Vancosen 1, Jeroen De Beule 1.

 

Bahrain : Ali Merza Ali 6, Ali Eid 5, Husain Alsayyad 5, Ahmed Fadhul 5, Mohamed Mohamed 4, Hasan Alsamahiji 2, Mujtaba Alzaimoor 1, Mohamed Ali 1, Mahmood Mohamed 1.

 

Danmark vinnur bólkin við seks stigum, Bahrain hevur trý stig, Belgia hevur tvey stig, og Tunesia hevur eitt stig. Danmark tekur fýra stig við sær í millumbólk 4, Bahrain tekur tvey stig við sær, og Belgia tekur einki stig við sær í millumbólk 4.