Ísland, Noreg og Svøríki vóru øll í eldinum í HM-millumspælinum í manshondbólti í dag.
Í millumbólki 3 tapti Ísland 18-20 móti Sveis. Í steðginum var Sveis á odda 10-9. Íslendingar skulu spæla móti Fraklandi og Noreg, og teir hava bert tvey stig í trimum dystum, so tað sær sera torført út.
Í millumbólki 3 hevði Noreg eitt ræðuligt hoyggj við Portugal, ið bara ikki vildi sleppa takinum á norðmonnum. Norðmenn vunnu við einum skallutum máli 29-28, men tað var bert hepnið, at dysturin ikki endaði við javnleiki 29-29 tá portugisar við seinastu royndini í dystinum raktu stongina. Noreg var á odda 16-14 í steðginum.
Í millumbólki 4 misti Svøríki ein góðan sigur úr hondum móti Hvítarusslandi. Svøriki var á odda 26-25, men í allarseinastu løtu megnaðu hvítarussar at javna til 26-26, men svenskarar eru framvegis oddalið við fimm stigum aftaná tríggjar dystir.
Úrslit og málskjúttar í HM-millumumfarinum í dag:
Millumbólkur 3:
Sveis – Ísland 20-18 (10-9)
Sveis : Andy Schmid 6, Roman Sidorowicz 4, Nicolas Raemy 3, Cedrie Tynowski 3, Alen Milosevic 1, Jonas Schelker 1, Marvin Lier 1, Lenny Rubin 1.
Ísland : Ólafur Andres Gudmundsson 4, Bjørgvin Páll Gustavsson 2, Viggo Kristjánsson 2, Bjarki Már Elisson 2, Elvar Ørn Jónsson 2, Gisli Thorgeir 2, Oddur Gretarsson 1, Kristjan Ørn Kristjánsson 1, Sigvaldi Bjørn 1, Alexander Petersson 1.
Frakland – Algeria 29-26 (16-14)
Frakland : Dika Mem 4, Ludovic Fabregas 4, Kentin Mahe 4, Nicolas Tournat 3, Nedim Remili 3, Valentin Porte 3, Melvyn Richardson 2, Jean Jacques Acquevillo 2, Luc Abalo 1, Michael Guigou 1, Adrien Dipanda 1, Luka Karabatic 1.
Algeria : Messaoud Berkous 7, Abdi Ayoub 6, Daoud Hichem 3, Reda Arib 3, Redouane Saker 1, Hichem Kaabeche 1, Rahim Abdelkader 1, Sofiane Bendjilali 1, Oussem Boudjenah 1, Moustapha Hadj Sadok 1, Zohir Naim 1.
Portugal – Noreg 28-29 (14-16)
Portugal : Pedro Portela 5, Miguel Martins 5, Fabio Magalhaes 4, Andre Gomes 4, Victor Iturriza 3, Gilberto Duarte 2, Diogo Branquinho 2, Daymaro Salina 1, Alexis Borges 1, Alfredo Quintana 1.
Noreg : Sander Sagosen 6, Harald Reinkind 5, Magnus Jondal 5, Christian O`Sullivan 3, Kristian Bjørnsen 3, Bjarte Myrhol 2, Petter Overby 2, Gøran Søgaard Johannessen 2, Kent Robin Tønnesen 1.
1. Frakland 6 stig
2. Noreg 4 stig
3. Portugal 4 stig
4. Sveis 2 stig
5. Ísland 2 stig
6. Algeria 0 stig
Fríggjadagin 22. januar: Sveis-Portugal, Ísland-Frakland og Noreg-Algeria.
Millumbólkur 4:
Svøríki – Hvítarussland 26-26 (11-15)
Svøríki : Hampus Wanne 7, Alfred Jonsson 6, Lukas Sandell 4, Daniel Pettersson 3, Felix Claar 3, Jonathan Carlsbogard 2, Jim Gottfridsson 1.
Hvítarussland : Andrei Yurynok 6, Mikita Vailupau 6, Artsem Karalek 5, Aleh Astrashapkinn 3, Uladzislau Kulesh 2, Vadim Gayduchenko 2, Viachaslau Bokhan 1, Artsiom Kulak 1,
RHF – Egyptaland 23-28 (8-15)
RHF : Sergei Mark Kosorotov 8, Dmitrii Zhitnikov 4, Pavel Andreev 4, Aleksandr Kotov 2, Sergei Kudinov 2, Daniil Shishkarev 1, Igor Soroka 1, Denis Vasilev 1.
Egyptaland : Mohamed Mamdouh 7, Ahmed Elahmar 6, Mohammad Sanad 6, Ali Zein 4, Yahia Omar 2, Yehia Elderaa 2, Eslam Hassan 1.
Norðurmakedonia – Slovenia 21-31 (9-13)
Norðurmakedonia : Kiril Lazarov 5, Mario Tankoski 3, Filip Kuzmanovski 3, Filip Taleski 3, Martin Serafimov 2, Zharko Peshevski 2, Stojanche Stoilov 1, Martin Popovski 1, Dimitar Dimitrioski 1.
Slovenia : Dragan Gajic 7, Borut Mackovsek 5, Jure Dolenec 5, Miha Zarabec 4, Nejc Cehte 4, Nik Henigman 2, Rok Ovnicek 1, Matej Gaber 1, Matic Suholeznik 1, Blaz Blagotinsek 1.
1. Svøríki 5 stig
2. Egyptaland 4 stig
3. Slovenia 4 stig
4. RHF 3 stig
5. Hvítarussland 2 stig
6. Norðurmakedonia 0 stig
Fríggjadagin 22. januar: Slovenia-Svøríki, Egyptaland-Hvítarussland og Norðurmakedonia-RHF.