Tá føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum í mai skal spæla tveir HM Play Off dystir um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Týsklandi í januar, so vera hesir dystirnir sannlíkt móti Bosnia Hersegovina.
Bosnia Hersegovina vann í fyrra HM-undanundandystinum á heimavølli móti Kosovo stórsigur 34-21. Kosovo var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið bert á odda 15-13.
Mislav Grgic var við átta málum toppskjútti hjá Bosnia Hersegovina.
Liðini hittast aftur sunnudagin klokkan 16. Tá hevur Kosovo heimavøll, men tað er lítið sannlíkt, at teir megna at hála inn 13 mál.











